VestNorden Travel Mart í Reykajvík

Stóra ferðavinnustevnan VestNorden Travel Mart, sum er fyri ferðavinnuna í londunum í Útnorði, verður hildin í Reykjavík í vikuni

VestNorden Travel Mart ferðavinnustevnan verður hildin upp á skift í Grønlandi, Íslandi og í Føroyum. Í fjør var stevnan í Føroyum, og í ár eiga íslendingar tørn.
Stevnan er skipað soleiðis, at hon annaðhvørt ár verður hildin í Íslandi og annaðhvørt ár er hon upp á skift í Gørnlandi og Føroyum.
Stevnan er fyri ferðavinnufólk í Útnorði og fyri tey, sum ætla sær at ferðast í Útnorði. Soleiðis hittast her bæði ferðaskrivstovur, sum selja og keypa ferðir, umframt at ferðaráðini í teimum trimum londunum,sum hýsa stevnuni, eisini eru við saman við avvarðandi politikarum, serliga ráðharrum, sum varða av ferðavinnuni.
Tað hevur verið upp á tal at leggja stevnuna - um ikki hvørja ferð so viðhvørt - í nýggju útnorður miðstøðina á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn. Men enn hevur hendan hugsanin eftir øllum at døma ikki vunnið frama.
Stevnan hevur verið eitt sindur ymsikt skipað. Ofta við prýðiligum básum til luttakararnar, soleiðis at talan beinleiðis hevur verið um eina messu. Men eisini hevur onkuntíð verið gjørt minni burturúr enn so, soleiðis at luttakararnir hava sitið hvør við síni borð og gjøt avtalur við áhugaðar keyparar.