Vestnorden i fokus: Byrjaði við Føroyar í fokus

Í heyst verður skipað fyri stórum útnorður tiltaki í Oslo, sum eitur Vestnorden i fokus. Tiltakið varðar í eini 18 dagar, og verða Noreg, Ísland og Føroyar saman við Grønlandi miðpunktið

? Alt byrjaði við, at Norðurlandaráðið í Oslo setti seg í samband við okkum í Norsk-færoysk lag, fyri at skipa fyri einum tiltaki, ið skuldi eita Føroyar í fokus, sigur Jógvan Hugo Gardar, sum er formaður í Norsk-færoysk lag og ein av fyriskiparunum til Vestnorden i fokus.
? Men so við og við, sum fyrireikingarnar fóru í gongd, valdu vit at taka øll londini í útnorði við, tí tá alt kemur til alt, so eru nógvir felagsnevnarar fyri øll londini. So vit hava valt, at lýsa øll trý samfeløgini, greiðir Jógvan Hugo frá.
Tiltakið byrjar tann 1. oktober og heldur fram til umleið 18. oktober. Síðani verður eitt felags norðurlendskt tiltak sum fevnir um tíggju dagar.
Nógv verður gjørt burturúr í heyst, tí tá fyllir Norðurlandaráðið eisini 50 ár, og roynt verður at fáa so nógv við sum møguligt, bæði mentan og politikk.

Føroyingar

Endamálið við tiltakinum er at vísa fram eitt sindur av tí, sum eyðkennir londini í útnorði. Her verður kastað ljós á mentan, ferðavinnu, mál, søgu, dagins samfelag, politikk og so framvegis. Millum annað verður skipað fyri temakvøldum har fyrilestrar verða hildnir og tey ymsu londini verða lýst.
Ljóskastarin verður eisini vendur ímóti tí føroyska tónleikinum. Clickhaze og Týr skulu spæla, helst í Blå í Oslo, og møguliga fara hesir báðir bólkarnir eisini at spæla aðrastaðni í Noregi og eisini í Svøríki.
Eisini verður Havnarkórið við í Oslo.
? Um ætlanin hjá teimum heldur, og um tey fáa fíggja ferðina, so er ætlanin, at kórið fer fyrst til Helsingfors og Stockholm, og endar síðani í Oslo, sigur Jógvan Hugo Gardar.
Tiltakið Vestnorden i fokus byrjar tann 1. oktober og endar 18. oktober.