Vestmenningur: Ongin heilsan at senda Rapa-hjúnunum

Ingi Olsen úr Vestmanna heldur, at tað var sera illa timað av Jógvani við Keldu at undrast á, hví Rapa-hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan, nú tey kunnu gleðast um at hava fingið prógv frá Føroya Læraraskúla.
- Hatta er ikki ein heilsan at senda á próvdegnum. Hatta vóru nøkur ótrúliga klossut úttalilsi frá Jógvani við Keldu, sigur Ingi Olsen.
Vestmenningurin sigur, at Rapa-hjúnini eru sera væl innlimaði í lokalsamfelagið í Vestmanna. Ingi Olsen sigur, at tey hava keypt hús og bil, umframt at vera virkin innan ítróttina í bygdini.
- Og vit standa eisini og mangla lærarar í Vestmanna, so tað kemur væl við, at tey hava fingið prógv frá Føroya Læraraskúla, sigur Ingi Olsen.