Fiskivinna
Vestmenningur og Fram, sum landaðu í gjár, høvdu 450.000 pund av góðum upsa tilsamans. Hendan túrin royndu teir á Munkagrunninum.
Faroe Seafood í Vestmanna keypti veiðina hjá Vestmenningi fyri 6,50 krónur fyri kilo, meðan Kósavirkið keypti veiðina hjá Fram fyri 6,75 krónur fyri kilo.
Soleiðis fekk Fram betri prís í Klaksvík enn Fram fekk í Vestmanna.
Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at fiskurin hjá skipunum var góður, meginparturin var 2-arar og 3-arar.
Vestmenningur og Fram loystu hendan fyrsta túrin í árinum eftir midnátt 2. januar.
Umleið 20 mans eru knýttir at vestmannatrolarunum.