Borgarstjórin í Vestmanna sigur, at tey vóna, at valevnini í Norðurstreymoy fara at gera tunnil ímillum Vestmanna og Leynar til eitt mál valstríðnum til løgtingsvalið í januar Skal Vestmanna hava nakran møguleika at mennast, er tað neyðugt, at tunnil verður gjørdur úr Vestmanna til Leynar,áleið við munnan til undirsjóvartunnilin.
Tað staðfestir Karl A Olsen, borgarstjóri í Vestmanna.
Hann sigur, at tað vísir seg heilt týðiligt, at Vestmanna fær ikki lut í teirri menning, sum annars bæði er í Vágum og í Sundalagnum.
- Vit hava grundstykki til taks, men sleppa ikki av við tey, tí ongin áhugi er at byggja her, sigur hann.
Hann ivast ikki í, at tað er vegurin til og úr bygdini, sum er atvoldin til tað.
- Vegurin um Høgareyn liggur høgt uppi, har er ógvuliga bratt og mangan sera hált. Tá ið vit spyrja okkum fyri siga fólk heilt ofta, at tey tora so illa at koyra um Høgareyn um veturin, tí tað er neyvan nakrastaðni, at bygdarvegurin liggur so høgt uppi í fjøllunum. Vit hoyra mangan um, hvussu hált tað er á Høgareyni og tíverri hoyra vit eisini um bilar, sum fara útav.
- Sostatt fáa vit ikki fleiri íbúgvar í bygdina, tí hóast annar hjúnafelagin hevur tilknýti til bygdina, er tað nóg mikið, at hin ikki torir at koyra, tí so búsetast tey onkra aðrastaðni.
Borgarstjórin staðfestir eisini, at tað hevði eisini verið ein munandi bati hjá vinnulívinum at sloppið frá at brúkt tíð og brennievnið upp á at koyrt upp um fjøll.
Ein tunnil úr Vestmanna til Leynar er við í samferðsluætlanini hjá Vinnumálaráðnum, men hann er raðfestur rættiliga aftarliga.
- Men vit ætla at gera, hvat vit kunnu fyri at fáa hann longur fram í raðfestingina.
Karl A Olsen sigur tískil, at nú løgtingsval verður, vónar hann at valevnini í Norðurstreymoy fara at geva tunnilin til eitt stórt mál í valstríðnum.