Í kvøld, mikukvøldið, fer Aksal V. Johannesen, løgmaður til Vestmanna, at greiða teimum frá politisku støðuni.
Tað er Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipar fyri almennum politiskum fundi í húsinum hjá Vestmanna Arbeiðarafelag klokkan 20 í kvøld.
Og á fundinum fara løgmaður, og aðrir politikarar úr Javnaðarflokkinum, at greiða frá politisku støðuni og tey fara eisini at greiða frá, hvussu útlitini eru hjá hesi minnilutasamgongu, sum nú situr, fyri at halda alt valskeiðið.Tey fara eisini at siga sína hugsan um, hvørji mál, tað er væntandi, at samgongan fer at røkka afturat, soleiðis sum støðan er.










