Í Vestmanna er fyrireikingarnar til nýggjárið av álvara byrjaðar.
Eins og nógva aðrastaðni í landinum er siðvenja í Vestmanna at gera nógv burturúr nýggjárinum. Kring alla bygdina eru sjakk, sum seta blikk upp, meðan onnur gera árstalið 2011 við blikkum.
Millum jól og nýggjár heinta børn blikk, sum húsarhaldini hava savnað saman síðan seinast. Fyrireikararnir siga, at eisini umborð á skipum verða fruktblikk goymd til at nýta á nýggjárinum.











