VÍF hevur verið greitt oddalið í at kalla alla kappingina í bestu mansdeildini í hondbólti, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá sigursvanda liðnum úr Vestmanna. Teir eru enn á odda í bestu mansdildini, men munurin niður til Kyndil er nú bert eitt stig.
Sunnudagin taka teir ímóti botnliðnum, H71, og vinnur VÍF henda dystin, so eru teir næstan heilt vísir í einum finaluplássi. Einki er at ivast í, at VÍF er stórfavorittur at vinna dystin sunnudagin. Gongdin hjá gestunum úr Hoyvík hevur nevniliga ikki verið nakað serliga góð í endaspælinum, og seinast hesi bæði liðini møttust, vann VÍF ein tryggan 10 mála sigur í Hoyvíkshøllini.
Við eitt sindur av hepni kann VÍF eisini endaliga tryggja sær sætið í FM-finaluni. Um hini úrslitini laga seg til fyrimuns fyri VÍF, so kann munurin niður til liðið á triðja plássi gerast fimm stig undan síðstu tveimum dystunum, og so er VÍF í finaluni. Til hetta krevst tó, at Kyndil vinnur á KÍF, og Neistin vinnur á StÍF.










