Vestmenningar gera íløgur fyri 15 mió krónur

Vestmanna: - Tað eru allatíðina onkur sethús í gerð her í bygdini, sigur borgarstjórin, Karl A. Olsen.

Áhugin hjá fólki at búseta seg í bygdini er ikki so stórur beint nú, og hóast rættiliga nógv arbeiði er í bygdini í løtuni.

Kommunan eigur grundøki tøk á einum staði ovarlaga í bygdini, men tað tykist sum um fólk heldur vilja búgva niðarlaga í bygdini.

Annars ætlar kommunur at fremja íløgur fyri íalt 14,5 mió krónur í ár. Hetta eru tvær mió meiri enn í fjør.


Lægsta gjald

Henda hækkaða játtanin til íløgur í ár, skal eisini síggjast í ljósinum av, at inntøkurnar í ár eru mettar til 3 mió krónur meiri enn í fjør.

Hóast undirskot er á fíggjarlógini, verður skattaprosentið tað sama, nevniliga 22, eins og barnafrádrátturin er óbroyttur uppá 3500 krónur.

- Hesin frádrátturin er millum teir lægru í landinum, men vit halda kortini at barnafamiljurnar hava rættiliga góðar umstøður í kommununi, sigur Karl.

Hetta sæst aftur í, at foreldragjaldið í dagstovnunum er millum tey lægstu í landinum.

Haraftrat er skuldin í kommununi farin væl niður um eina álíkning, og tí fær kommunan betri møguleikar at skipa síni fíggjarligu viðurskifti enn undanfarin ár.


Nógv virksemi

Umframt tey teknisku málini, sum fara við 9 mió krónum av íløgunum, eru 3 mió játtaðar til nýggja røktarheimið í bygdini.

Ætlanin var upprunaliga at byggja hetta røktarheimið á Fornlendi, men í mars mánaði í fjør varð avgerð tikin um at flyta tað út á Grønanes.

- Flytingin seinkaði byggingini nakað, men ætlanin er at byrja arbeiðið í ár, sigur borgarstjórin við Sosialin.

Annars er nógv virksemi í Vestmanna í hesum døgum. Nýggi Fiskivinnuskúlin er í gerð, eins og ein frystigoymsla.

Bygdarráðið vónar eisini, at fara undir arbeiðið at gera miðstaðarøkið í ár.

- Tá hetta er liðugt, fer bæði handilsvinnan og tænastuvinnan í Vestmanna at fáa munandi betri umstøður, slær borgarstjórin fast.