Føroya størsta bátastevnutiltak, sum er Bátastevnan í Vestmanna, verður um eina viku, har hin stóri dagurin verður leygardagin, 20. mai. Fyrireikingarnar eru í gongd í Vestmanna við at leggja út brúgvar og seta upp tjøld.
- Stóra tøkk fyri hjálpina í dag. Tað gekk avbera væl at leggja brúgvar út og reisa tjaldið. Eitt nýtt ættarlið av ungum monnum stóð fyri brúgvunum, og hetta riggaði avbera væl. Stóra tjaldið varð innilokað við rúkandi ferð.
Soleiðis skrivar Jan Haldansen í Vestmanna á Facebook-vanganum, Vestmenningar, í gjárkvøldið.
- Tað er stuttligt at síggja so nógv hjálparfólk - og eisini nýggjar tilflytarar. Nú er bert dansigólv, tjaldið inni í stóra tjaldinum og vatnið á brúgvunum eftir. Hetta ætla vit at fáa frá hondini leygarmorgunin klokkan 10, leggur Jan Haldansen aftrat.
Bátafestivalur var á Toftum - sum altíð - fyrsta vikuskfti í mai. Bátahugni verður í Hvalvík fyrsta leygardag í juni, sum í ár er hin 3. juni, og regattasiglingin í Sundalagnum verður fríggjadagin hin 11. august.
Bæði bátasiglarar og fólk, sum dáma at ferðast við kampingvogni, gleða seg til tíðina og summarið, sum stundar til.