Nú er farið at líða grundspælinum í hondbóltskappingini, og tá tvey umfør eru spæld afturat, og øll liðini hava spælt sínar 10 dystir, verða stigini hálverað, og so verður farin undir endaspælið, har liðini aftur skulu spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum.
Dystirnir í vikuskiftinum styrktu oddastøðuna hjá VÍF í mansdeildini, tí samstundis sum vestmenningar vunnu sín dyst móti aftasta liðnum í deildini, KÍF, kláraði Kyndil ikki at halda tørn, tá hoyvíkingar komu aftur á lagið.
Tað hevur verið tætt í oddinum seinastu vikurnar, men eftir seinastu dystirnar, hevur VÍF aftur vunnið sína oddastøðu, hóast støðan sum so einki er til at hvíla í, tí tað er framvegis tætt millum liðini, og tað verður tættari, tá stigini eru hálverað.
Vestmenningar høvdu ein lítlan niðurtúr herfyri, men tað tykist sum teir hava stabiliserað seg aftur, og við sigrum á StÍF og KÍF, hava teir aftur togað seg fram um hini liðini. Men VÍF skal næsta vikuskiftið vísa, at teir eru komnir fyri seg aftur, tí tá skulu teir spæla móti liðnum, sum gav teimum fyrsta ósigurin í hálvtannað ár.
Og nú H71 og VÍF fara at spæla næsta innanhýsisdystin í ár, eru liðini aftur tey bæði fremstu, eftir at Kyndil hevur verið frammi og blandað seg, men við tapinum á H71 í vikuskiftinum, datt afturum aftur H71 og VÍF.
Tvey botnlið hjá monnum
Í botninum er Neistin framvegis tvey stig frammanfyri KÍF, sum enn bert hevur vunnið sær eitt stig í teimum átta dystunum higartil. Fáa hesi bæði liðini einki stig afturat í grundspælinum, minkar munurin millum liðini niður í eitt stig, og tað er vorðið greitt, at tað var júst hesi liðini, sum koma at stríðast í botninum í ár.
Í oddinum er framvegis rættiliga opið, hóast lítið er farið av favorittstøðuni hjá VÍF. Men har fer munurin millum liðini ikki at koma til sjóndar, fyrr enn spælt verður um tvey stig hvørjaferð, og ikki eitt, sum tað í roynd veru er nú.
Spennandi hjá kvinnum
Í kvinnudeildini gongur alt sína vanligu gongd. Oddaliðini vinna hvørjaferð tey spæla, og tað er ikki uttan at tey spæla móti hvørjum øðrum, at nakar sum helst spenningurin í dystinum hjá teimum. StÍF og Kyndil liggja framvegis frammanfyri meistaraliðið Neistan, meðan hini trý liðini í deildini, stríðast um at sleppa burtur av aftasta plássinum.
Stjørnan og VB spældu botndyst í Klaksvík leygardagin, og hóast gestirnir vóru omaná mesta av tíðini, vendi heimaliðið einum hóttandi tapi til sigur í seinasta partinum av dystinum. Stjørnan er nú triðaftast, og hevur spælt ein dyst færri enn hini bæði botnliðini, GÍ og VB.
Seinastu tvey umførini í kvinnudeildini fara at vísa, um tað framvegis fer at verða líka javnt millum øll oddaliðini, ella um nakað av teimum fremstu liðunum, kann toga seg einsamalt fram um.
Longu komandi vikuskiftið spæla Neistin og Kyndil fyri aðru ferð í ár, og í seinasta umfarinum í grundspælinum møtast StÍF og Kyndil. Vinnur Neistin á Kyndli, og Kyndil síðani á StÍF standa øll trý oddaliðini á jøvnum, tá farið verður undir endaspælið.
Og seinastu tvey umførini fer at geva ein ábending um tað veruliga verður Kyndil, sum skal fara at vinna sítt fyrsta meistaraheitið í kvinnudeildini síðani 1981. Tær hava dyst móti báðum hinum oddaliðunum, og tað er nú, at tær skulu sláa fast, at fremsta plássið í deildini veruliga er teirra.