Vestmenn fingu hitan í fjøldina

Við einari góðari og heitari framførslu fingu Vestmenn aftur lív í ta stirvu og køldu fjøldina

Við Vestmonnum fingu gestirnir á Summarfestivalinum ein uppvermandi uppliving. Teir spældu sera væl og við teirra countrytónleiki fingu teir fólkini upp at dansa, og megnaðu veruliga at fáa lív í ta ellars stirvnu og køldu fjøldina.


Hvørt tað var veðrið ella tónleikurin, ið fingu fólkini at streyma inn í teltið, har Flags pallurin er, er ilt at gita um, men har var í øllum førum fullsett, tá Vestmenn spældu. Fólk høvdu hug at dansa og svinga, tá teir borðreiddu við góðum dansitónleiki. Sangurin og ljóðið vóru í topp, og fólkini tóku henda fólkakæra tónleikin til sín.


Samanumtikið varð hetta eitt av hæddarpunktunum á kvøldinum, og stóra teltið var so at siga fullsett av dansiglaðum gestum, ið vóru komnir saman fyri at dansa og fyri at njóta henda góða dansitónleikin.