Í Sosialinum beint fyri jól høvdu vit stutta samrøðu við fiskimann, sum argaðist um, at nakrir reiðarar vilja hava skipini útaftur longu 2. ella 3. jóladag. Fiskimaðurin helt, at tá ið árið hevur roynst væl, kundi manningin saktans sloppið at hvílt seg og verið saman við familjuni á jólum og nýggjárinum - í friði og náðum.
Millum tey skip, sum plaga at fara útaftur beint eftir jól, eru trolararnir í Vestmanna. Men í ár hava teir so ligið. Hinvegin hava Polarhav og Stjørnan verið úti; teir fóru útaftur 3. jóladag og hava fingið nógvan fisk.
Øll skipini lógu
Á Fiskavirking í Vestmanna vita tey at siga, at øll skipini í Vestmanna og tey skip, hesi partrola við, hava ligið um høgtíðina. Tey eru júst farin út aftur á fyrsta túrin í nýggja árinum.
? Vestmenningur og Fram fóru nýggjárskvøld, Vesturbúgvin og Eysturbúgvin 2. januar, og Grønanes og Vesturtúgvan fóru mikukvøldið.
Sum skilst skuldu onkrar broytingar gerast í lastini á Vestmenningi og Fram.
? Tá ið skipini júst eru farin útaftur, vænta vit ikki nakran fisk aftur fyrr enn einaferð í komandi viku, siga tey í Vestmanna.
Arbeiða tvey-skiftivakt
Maskinmenninir á flakavirkinum í Vestmanna hava verið til arbeiðis hvønn gerandisdag, síðan arbeiðsfólkið annars fór í jólafrí.
? Vit arbeiða alla tíðina við tvey-skiftivakt, og fáir dagar vóru uttan arbeiði alt síðsta ár; tí hevur ikki verið so lætt at gjørt nakað serligt, meðan framleiðslan hevur verið í gongd. Tann fyrra vaktin arbeiðir frá 8 til 16 og tann seinna frá 16 til midnátt. Um náttina verður vaskað. So, maskinmenninir hava tikið sær av vanligum viðlíkahaldi hesar dagarnar, eingin framleiðsla hevur verið.
Eitt skapandi virki
Tey 100-115 fólkini, sum arbeiða á flakavirkinum í Vestmanna, skiftast aðru hvørja viku um dag og kvøldvaktina.
? Vit framleiða næstan bara portiónir og paneraðar portiónir úr upsa. Tað, sum er eftir av flakinum, fer í blokk, siga tey í Vestmanna.
Fiskavirking í Vestmanna er rímiliga væl útgjørt við maskinum til ta framleiðslu, sum virkið hevur lagt seg eftir.