Vestmanna sangkór og Vágakórið felagskonsert í dag

Í dag klokkan 16 og 19 verða felags konsertir við Vestmanna Sangkóri og Vágakórinum.

Kórini bæði vestanfyri hava gjøgnum ár og dag ofta samstarvað og havt felagskonsertir bæði í Vestmanna og í Vágum . Tá ið Vágatunnilin varð tikin í brúk, sungu kórini bæði tunnilskantatu, skrivað til høvið.

Í ár hava kórini so avgjørt at hava eina várkonsert saman. Tey fara at syngja eina røð av vár- og summarsangsperlum. Sum vera man er Knút Olsen væl umboðaður í skránni, men eisini skulu vit hoyra lag eftir øðrum vágamanni: Valdemar á Løgmansbø.

Umframt teir føroysku sangirnar verður trivið í onkrar kendar svenskar kórperlur.

Konsertirnar verða í dag í Vestmanna kirkju kl. 16.00 og í Musikkskúlanum í Sørvági (Gamla skúla) kl. 19.00