Vestmanna: Meiri pening til íløgur

- 14,5 mió krónur!

Hesa upphæddina hevur bygdarráðið í Vestmanna samtykt at nýta til íløgur í ár. Hetta eru 2 mió fleiri, enn nýttar vórðu í fjør.

Størsti parturin av hesi upphæddini fer til teknisk mál, nevniliga 9 mió krónur, meðan 3 mió fara til røktarheimið, sum skal byggjast úti á Grønanesi og 1,5 mió til eina víðkan av kirkjugarðinum á Knúgvum.

Í ár hevur Vestmanna kommuna haraftrat játtað 250.000 kr. í íløgum til byggibúning, kloakering og renovasjón, eins og peningur er játtaður til aðrar íløgur innan ymisk málsøki í kommununi.

Í fíggjarætlanin fyri Vestmanna kommunu fyri 2008 verður roknað við inntøkum uppá íalt 43,4 mió og útreiðslum uppá slakar 52 mió. Upplýst verður, at hetta hallið verður fíggjað við inniogn í peningastovni.

Hinvegin vísir tað seg, at tað er ikki stórur áhugi at byggja í Vestmanna í løtuni, og at fólkatalið hevur staðið at kalla í stað í nøkur ár. Hetta hendir, hóast nógv arbeiði er í bygdini.

- Størsta forðingin fyri vøkstri og menning í Vestmanna er verandi farleið. Eg eri sannførdur um, at bygdin hevði vaksið aftur, um ein tunnil varð gjørdur millum Vestmanna og Leynar, sigur Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna.