Vestmanna kommuna boðar í dag frá, at virksemið í kommununi nú næstan er vanligt aftur, eftir at tamarhald aftur tykist vera á smittuspjaðingini.
Nú eingin nýggjur korona-tilburður er staðfestur í Føroyum í meira enn eina viku, hevur kommunan gjørt av aftur at veksa um virksemið. Tó verður mint á týdningin av at halda neyðugu frástøðuna og hava gott reinføri, eins og kommunan vísir á almennu tilmælini í hesum sambandi.
- Virksemið í Dagtilhaldinum byrjar aftur mikudagin 2. september, og her verður opið mikudagar frá klokkan 14.30 til 17. Eisini ber til at venja í ítróttarhøllini aftur, og høllin kann nú eisini leigast til annað virksemi.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at eisini svimjihylurin og fimleikasalurin nú kunnu leigast aftur. Kommunan leggur tó dent á, at um smittustøðan broytist, kunnu broytingar koma samsvarandi gongdini.











