Vestergaard vardi egnan politikk við skeivleikum!

Jacob Vestergaard sá fattur út í sjónvarpinum. Men øll verjan av hansara politikki bygdi á skeivleikar.

 

Týskvøldið var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í sjónvarpsstovuni. Tíverri bar landsstýrismaðurin nógv fram, sum ikki er rætt. Um kjakið skal byggja á fakta er tí neyðugt at koma við nøkrum rættingum og viðmerkingum.

 

 

1: Løgtingið ikki samtykt sølu av veiðiloyvum

Fyrsti skeivleikin snýr seg um sølu av veiðiloyvum. Landsstýrismaðurin segði, at løgtingið í 1998 samtykti eina broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hendan broytingin skuldi geva heimild til, at fiskidagar, kvotur og veiðiloyvi kundu seljast frítt.

Hetta er heilt einfalt ikki rætt. Lógarbroytingin, Vestergaard sipar til, fevndi ikki um sølu av veiðiloyvum, men einans um sølu av døgum og kvotum.

 

 

2: Vinnunevndin ikki samd

Jacob Vestergaard bar eisini fram, at talan var um tilmæli frá einari samdari Vinnunevnd. Tað er heldur ikki rætt. Umboð frá Javnaðarflokkinum, saman við øðrum andstøðuumboðum mælti løgtinginum staðiliga frá, at samtykkja uppskotið frá Fólkaflokkinum.

 

 

3: Løgtingið var ikki samt um umsetiligheit

Hanus Samró, løgtingslimur, sigur harumframt í lesarabrævi, at allir flokkar á Løgtingið hava tikið undir við umsetiligheit av kvotum, fiskidøgum og veiðiloyvum. Men Løgtingið hevur ongantíð samtykt, at veiðiloyvi skulu verða umsetilig.

Tað er heldur ikki rætt, at eitt samt Løgting hevur samtykt, at kvotur og fiskidagar kunnu umsetast. Tann broytingin varð samtykt av einum einsamøllum samgongumeiriluta við 17 tingfólkum. Javnaðarflokkurin var ein av fleiri flokkum sum ikki atkvøddi fyri uppskotinum.

 

 

4: Makrelbýtið kann saktans broytast

Landsstýrismaðurin var eisini beinleiðis spurdur, um tað er í lagið, at skip, sum ikki sjálvi fiska makrel, men selja kvotuna víðari, framhaldandi skulu fáa makrelkvotu. Landsstýrismaðurin svaraði, at hann ikki uttan víðari kann broyta býtið frá ári til ár. Hetta er skeivt. Landsstýrismaðurin hevur fyrr broytt býtið frá ári til ár. Og býtið kann broytast, so leingi onki endaligt býtið er gjørt av makrelinum.

So tá skip, sum ikki fiska makrel, allíkavæl fáa makrelkvotu, so er orsøkin, at landsstýrismaðurin vil hava tað at vera so.

Tí tað er onki, ið forðar fyri, at hetta verður broytt.

 

 

5: Skal útlendski kapitalurin ikki rinda skatt?

Landsstýrismaðurin vardi eisini reiðarí við útlendskum kapitali, sum ongantíð hava goldið skatt til føroyska samfelagið. Vestergaard segði “,hava 700 fólk í arbeiði, rindaðu 300 mió. kr. Í lønum, keypa vørur og tænastur fyri 300 mió. kr., og alt hettar skapar búskap í Føroyum”.

Alt gott um hetta, men hetta kann ikki vera undanførsla fyri, at tey ikki skulu rinda skatt!

Hava føroyskar fyritøkur ikki eisini nógv fólk í arbeiði? Rinda føroyskar fyritøkur ikki eisini lønir? Keypa føroyskar fyritøkur ikki eisini vørur og tænastur? Og skapa føroyskar fyritøkur ikki eisini búskap í Føroyum? Hví skulu tær rinda skatt, um tað er í lagið, at útlendski kapitalurin ikki ger tað?

 

 

6: Makrelurin ER politiskt býttur

Løgtingsins umboðsmaður hevur kannað makrelbýtið fyri 2012. Niðurstøðan varð millum annað, at sølan av makrelkvotuni hjá línuskipum var ólóglig.

Altso: Landsstýrismaðurin hevur umsitið í stríð við lógina. Hetta hendi við góðari hjálp frá fyrisitingini í Fiskivinnumálaráðnum. Hon ráðgav nevniliga advokatum, sum umboðaðu privatar fyritøkur.

Umboðsmaðurin segði eisini í niðurstøðuni, at ábendingar vóru um, at talan var um eitt politiskt býti. Altso at politikarar velja, hvør fær hvat. Hetta er bæði í stríð við góðan fyristingarsið og møguliga eisini brot á Stýrisskipanarlógina.

Landsstýrismaðurin helt tó fast um, at býtið bygdi á fyrisitingarligar lógligar og sakligar grundgevingar, og talan ikki var um eitt politiskt býti. Hann hevði tó onki skjal ella notat, sum stuðlaði hansara útsøgn. 

Harafturímóti vísur frágreiðingin (og skjølini, ið Umboðsmaðurin hevur fingið innlit í) at talan júst var um eitt politiskt býti. Her eru nøkur brot úr innanhýsis samskiftinum í fiskimálaráðnum:

Teldupostur frá umsitingini til Jacob Vestergaard, 29. mars 2012: »Talan er um eitt upprit, sum skal lýsa tær niðurstøður, sum politiski myndugleikin (tú saman við politiska fylgibólkinum) hevur tikið um, hvussu fiskiskapurin skal skipast«

 

Teldupostur frá aðalstjóranum til sína umsiting, 27. apríl 2012: »Politiski fylgibólkurin – MAKREL – hevur havt fund í dag. Viðmerkingarnar til kunngerðina eru hesar: Nótskip 56.000 tons broytt til 55.000 tons. Bólkurin ”flakatrolarar og verksmiðjuskip” 9.000 tons verður býttur í 2: Flakatrolarar 4000 tons og verksmiðjuskip 6000 tons”«

 

8. Juni 2012 sendi landsstýrismaðurin sjálvur eitt tíðindaskriv út. Hann skrivar: »Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur, við luttøku av politiskum fylgibólki, fingið semju um høvuðsásetingarnar í lógarupppskotinum og kunngerðini. Spurningurin um býtið av makrelkvotuni, luttøku, avgjald og umskiping fingu serstaka viðgerð í politiska fylgibólkinum.«

 

So tá landsstýrismaðurin í sjónvarpsstovuni sigur, at talan ikki var um eitt politiskt býti, og at niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni er skeiv, ja, so bendir alt á at hann fer lætt um sannleikan.

 

 

7: Tað hjálpir ikki øllum, at nøkur verða rík

Landsstýrismaðurin verjir eina skipan, har ovurstór náttúrvirðir verða útlutað til nøkur fá – ókeypis. Hesi kunnu so selja fiskirættindini víðari fyri milliónaupphæddir.

Landsstýrismaðurin og hansara flokkur arbeiða fyri eini skipan, har ríkidømið savnast á fáum hondum. Sambært Vestergaard fáa hesar fáu vinnufyritøkurnar soleiðis styrki til at gera íløgur í nýtt virksemi, sum skal skapa arbeiðspláss og á tann hátt koma øllum til góðar.

 

Hetta er ein kend politisk teori, sum kallast »trickle down«, og sum hevur myndað samfelagið í USA seinastu 30 árini. Hugsanin er, at um tað regnar á prest, dryppar tað helst eisini á dekn. 

 

Men hugsan og veruleiki sampakka ikki altíð. Í USA er úrslitið, at færri arbeiðspláss eru skapt, og búskaparvøksturin hevur verið lægri í USA enn í Norðanlondum. Mest ræðandi er tó, at 400 tey ríkastu fólkini í USA eiga 10.000 milliardir krónur, meðan 47 milliónir amerikanar liva undir hungursmarkinum og hava ikki ráð at keypa mat.


Tíbetur eiga vit í Føroyum fólk, sum hava dirvi, vilja og vágafýsni til at fara undir vinnuligt viksemi og gera stórar íløgur. Uttan tey hevði verið illa statt í Føroyum. Men at savna alt vinnuligt virksemi og ríkidømi á fáum hondum, skapar tað arbeiðspláss? Er tað gott fyri meiniga føroyingin? Er tað best fyri landskassan?

 

Fólkaflokkurin sigur ja, men hagtølini siga nei. Fyri 10 árum síðani arbeiddu 5000 føroyingar í fiskivinnuni – í dag er bert helvtin eftir. Talið av føroyingum, sum liva í fátækraváða er vaksandi. Gjógvin millum rík og fátøk veksur. Heilsuverkið bløðir, tí pengar vanta í. Og Landskassin hevur dundrandi hall eftir fýra ár við Fólkaflokkinum, hóast rentan er metlág, oljuprísirnir eru fallandi, laksaprísirnir eru methøgir og tilfeingisnøgdirnar eru metstórar.
Tá er okkurt galið. Okkurt kundi verið gjørt betri.

 

 

8: Rangt og rætt

Vit hava djørv, vágafús og viljasterk vinnulívsfólk í Føroyum. Vit hava framúr góða arbeiðsmegi. Og vit prógva aftur og aftur, at vit vilja hjálpa hvør øðrum. Hetta eru eginleikar, sum eiga at fáa fríar ræsur og góðar, stabilar karmar.

Tí er tað skeivt, at bara nøkur fá fáa ágóðan av okkara tilfeingi. Tað er skeivt, at politikarar velja, hvør fær hvat. Tað er skeivt, at summi sleppa undan at rinda skatt.

Landstýrismaðurin kemur við undanførslum, fer lætt um sannleikan og gevur øðrum skuldina fyri, at skipanin er, sum hon er.   

 

Vestergaard tosar rangt til frama fyri fá, heldur enn at handla rætt til frama fyri flest.

Hvussu leingi skal tað halda á?