150.000 tons er tað, sum Jacob Vestergaard hevur tillutað føroyingum at fiska av makreli í ár, og tá er íroknað tað, sum vit væntandi fara at handla við eisini. Eftir enn eitt úrslitaleyst samráðingarumfar 9. ? 11. mars 2011 um skipan av makrelfiskiskapinum fyri 2011 hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum, Jacob Vestergaard, tikið avgerð um, at føroyska makrelkvotan fyri 2011 verður ásett til 150.000 tons. Hetta umfatar eisini ta kvotu, sum Føroyar lata Russlandi og Íslandi í sínámillum fiskiveiðiavtalum, og ta kvotu, sum verður sett av til kanningar av makreli í føroyskum sjógvi.
?Kvotan avspeglar, at Føroyar eru ein týðandi leikari, tá ið tað snýr seg um makrelfiskiskap, og at Føroyar hava eitt rættvíst krav til ein munandi part av hesum tilfeinginum?, sigur Jacob Vestergaard.
Hóast fleiri samráðingarumfør í 2010, og enn eitt samráðingarumfar í 2011, er tað ikki eydnast strandarlondunum ES, Føroyum, Íslandi og Noreg at koma ásamt um eina skipan av makrelfiskiskapinum í Norðuratlantshavinum fyri 2011. Uttan eina semju áseta londini hvør sær sínar kvotur. ES, Noreg og Ísland fráboðaðu sínar makrelkvotur fyri 2011 longu í desember 2010. Sambært hesum fráboðanum er greitt, at samlaðu ásettu makrelkvoturnar fyri 2011, áðrenn Føroyar hava sett sær kvotu, eru væl omanfyri ta heildarkvotu á 646.000 tons, sum ICES tilmælir.
?Føroyar hava luttikið í samráðingunum við tí fyri eyga at fáa eina semju um skipan av fiskiskapinum eftir makreli í 2011. Føroyar eru einasti partur, sum hevur bíðað við at áseta sær kvotu til allar samráðingarleiðir vóru royndar, og tað harmar meg, sigur Jacob Vestergaard.