Vestergaard má rinda ella fara

Talið av sjófólki, ið manglar at fáa útgoldið minstuløn, veksur í stórum.

Og sum tað hevur sæð út, so hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ikki sett sær fyri at halda lógina um inntøkutrygd. ?Gerðir landsstýrismanna hava við sær, at familjur um allar Føroyar noyðast at liva av náði frá bankum og øðrum.?Ein løgfrøðislig meting hjá løgfrøðinginum hjá Samtak sigur greitt, at landsstýrismaðurin brýtur lógina óansæð, hvussu hann handlar. Løgfrøðisliga er ongin munur á lógarbrotinum – bæði eru eins álvarsom, men munurin er sera stórur, hvussu lógarbrotini raka. ?Hví landsstýrismaðurin velur at bróta júst lógina um inntøkutrygd er at undrast á, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu stórar fíggjarligar avleiðingar hetta hevur fyri hópin av familjum runt alt føroya land.?Formaðurin í fiskimannafelagnum hevur verið í samband við landsstýrismannin stutt eftir at peningurin var uppi, og fekk tá ta greiðu fatan, at hetta mál fór at vera avgreitt, men tað tekur drúgva tíð, um landsstýrismaðurin skal bíða til eykajáttanin er farin ígjøgnum tingið. ?Hví landsstýrismaðurin hevur drála í hesum máli er óskilligt. Landsstýrismaðurin kundi fingið peningin til vega við einum fíggjarnevndarskjali sama dag, sum peningurin var uppi. Eisini kundi hann havt fingið peningin til vega fyrr í árinum, tí framrokningarnar hava talað sítt greiða mál um, at játtanin fór ikki at halda.?Samtak mælir landsstýrismanninum til at rinda peningin í stundini til tey sjófólk, sum eiga pening til góðar, ella noyðist hann at leggja frá sær. Tað er óivað hópurin av góðum fólki, ið kunna taka við hansara sessi, og sum í hesum máli høvdu raðfest øðrvísi.