Vestergaard hóttir við at rýma úr fólkakirkjuni

Løgtingið hevur í dag triðju viðgerð av hjúnabandslógini, og sannlíkt er, at uppskotið verður endaliga samtykt í dag, og so fara samkynd at kunna giftast borgarliga.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er ein av teimum, sum undir orðaskiftinum hevur talað hart ímóti ætlaðu broytingini, sum skal loyva tvey av sama kyni at giftast. Ein partur av orðaskiftinum hevur eisini verið um leikutin hjá Fólkakirkjuni, sum sjálv skal sleppa at avgera, um hon vil signað samkynd.

Umframt at vera løgtingsmaður er Jacob Vestergaard eisini deknur á Leiti og í Sumbiar kirkju, men undir orðaskiftinum hótti hann við at rýma úr fólkakirkjuni, um broytingarnar í hjúnabandslógini eisini røkka inn í kirkjuna.

- Tá ið fyrsta samkynda parið er signað í fólkakirkjuni, eri eg ikki longur partur av kirkjuni. So álvarsamt er hetta málið. Og eg veit, at fleiri onnur fólk hugsa tað sama, segði Jacob Vestergaard á tingsins røðarapalli.

Orðaskiftið varð niðurlagt á middegi, men verður uppafturtikið kl 12:30.