Stóri danski vindmylluframleiðarin Vestas hevur boðað frá, at fyritøkan helst fer at siga 440 fólkum úr starvi í Danmark.
Felagið sigur við MarketWire, at tað verður ídnaðarøkið í Lindø í Odense, sum serliga verður rakt av ætlaðu uppsagnunum.
Samskiftisleiðarin hjá Vestas, Claes Lautrup Cunliffe, sigur, at orsøkin til uppsagnirnar er, at framleiðslan er vorðin meira effektiv.
Vestas sigur, at fyritøkan fer at royna at flyta starvsfólk, sum verða uppsøgd í Lindø, til aðra framleiðslu í Danmark.
Umleið 7000 fólk eru í starvi hjá Vestas í Danmark.











