Veruligar sam­ráð­ingar síðst í nov­em­ber

Annað umfarið í sam­ráð­ing­unum um makrel­býtið næsta ár var í London miku­­dag­in og hósdagin í sein­astu viku. Fyrsti fund­ur­in var ein meira óform­­ligur fundur, sum nýg­gja makrel-strand­ar­land­ið Ísland hevði boðið til tíðliga í sep­tem­ber.
Hóast føroysku lut­tak­ar­­ar­nir allir lata væl at sam­ráð­ingar­anda­num í London, so vórðu stóru spurn­­ing­­arnir – sum alt í veru­leika­num snýr seg um – áset­­ing­in av saml­aðu strand­ar­landa­kvotu­ni fyri 2014 og býtið av henni út­sett til eitt nýtt sam­­ráð­­ing­ar­um­far, sum æt­­landi skal verða síðst í nov­­em­ber.­

ICES í gávuhýri
ICES hevur mælt til at hækka samlaðu kvotu­na, TAC’ið, við 64 pro­sent­um næsta ár í mun til tilmælið í ár, sum var 542.000 tons. So­statt mæl­ir ICES til at fiska 890.000 tons av makreli næsta ár.
Føroyskur sam­ráð­in­g­ar­­­leiðari er Herluf Sigvalds­­son, sum eisini stend­­ur á odda fyri seks­­man­n­a­­stóra sam­ráð­­­­ing­­a­r­­­­toym­inum, ið Jacob Vester­gaard, lands­­stýris­maður í fiskivinnumálum set­ti á stovn seint í sum­m­­­ar. Um­framt sam­­ráð­­ing­­ar­­­toym­ið er føroyska sendi­­nevnd­in sett saman av umboðum fyri før­oys­ku sendi­stovu­na í Lon­don, Før­oya Reiðara­felag og Felag­ið Nóta­skip.
Makrel-strand­ar­lond­ini eru Før­oy­ar, ES, Ísland og Noreg. Grønland og Rus­­land eru við sum eyg­leið­ar­ar.