EPILEPSI
Tað er vorðin siðvenja, at norðurlondini hittast á hendan hátt, har epilepsifeløgini upp á skift eru vertir. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva fyri eitt lítið felag, sum tað føroyska, har alt virksemið er bygt á sjálvboðið arbeiðið.
Randfríð Sørensen, forkvinna í Epileptikarafelag Føroya, sigur, at tað er av stórum týdningi at vit læra hvør av øðrum á hendan hátt, tí trupulleikarnir eru teir somu í øllum Norðurlondunum.
? Á henda hátt geva vit eisini epilepsi ans, og tað hjálpir okkum, tá vit skulu virka fyri at betra um viðgerðarmøguleikarnar, so lívstreytirnar hjá fólki við epilepsi verða bøttar, eitt nú við skúlagongd, útbúgving og arbeiði, sigur Randfríð Sørensen.
Fyri Epileptikarafelag Føroya hevur tað eisini týdning at skapa opinleika. Hetta verður m. a. gjørt við at halda kunningarfundir, bæði fyri ung við epilepsi og við at læknar koma uttanifrá at halda fyrilestrar. Fyrst í juni verður ein slíkur fyrilestur aftur, har Bjarki á Rógvi Hansen og Ellids Kristensen frá Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn fara at greiða frá um epilepsi og kyndslív og um varandi brek og kynslív.
? Epileptikarafelagið í Danmark gevur eitt blað út og kunningartilfar, og hesum hava vit fragd av, sigur Randfríð Sørensen.
Á slíkum norðurlendskum fundum er fastur táttur, at feløgini kunna hvørt annað, bæði við góðum og ringum royndum.
? Men at útvega pening er altíð trupult. Hetta er eitt stríð, vit øll stríðast. Tí verður eisini tosað um »fondraising« ? at søkja pengar úr grunnum o. l. ? á fundinum, har vit kunnu læra nógv av hvør øðrum, sigur Randfríð Sørensen.