Vertstjóðir í vanda

Síðani EM-endaspælið varð skipað við bólkaspælið, hava vertstjóðirnar vanliga staðið seg væl. Men í so máta verður endaspælið hesa ferð kanska eitt undantak. Við tapinum móti Turkalandi í gjár er Sveis at kalla úti úr kappingini, tó at teir í teori’ini enn hava møguleikan at vinna seg víðari.

Í kvøld er tað so Eysturríki, sum skal til próvtøku. Vinnur liðið á Póllandi, eru framvegis hampulig útlit fyri at spæla seg víðari. Men verður talan um tap ella javnleik, verður málið um eitt pláss í fjórðingsfinaluni nærum vónleyst at røkka.