Thriathlon
Jákup Mørk
Tað er nevnliga soleiðis, at tað er vertstjóðin, sum til hvørjar Oyggjaleikir hevur møguleika at seta eina nýggja ítróttagrein á breddan. Eitt nú valdu Føroyar, at fótbólturin skuldi vera á skránni, tá kappast varð í Føroyum, og í ár hava vertirnir av Isle of Man valt at seta thriathlon á skránna.
Tað sigur seg sjálvt, at vertirnir ikki velja eina ítróttagrein, sum teir vænta at standa seg illa í, og sum skilst á lagnum, so kann roknast við, at tey av Isle of Man fara at seta seg ógvuliga tungt á hesa kappingina.
Gunnar Dahl Olsen, sum umframt at vera við á føroyska súkklulandsliðnum, eisini tekur lut í thriathlon kappingini, sigur við soleiðis, at hann ikki veit akkurát, hvørjir luttakararnir hjá Isle of Man verða, men at greiðar ábendingar eru um styrkina hjá liðnum.
- Eg veit í øllum førum, at teir hava eina kvinnu, sum gjørdist nr. 10 í OL, og hóast hon ikki verður við á liðnum til Oyggjaleikirnar, so sigur hetta helst nakað um traditiónirnar fyri ítróttini á oynni.
- Eisini var enska meistaraheitið hildið á Isle of Man seinast, og tað sigur helst eisini nakað um styrkina. Í øllum førum skal tað vera løgið, um onglendingar leggja eina slíka kapping í írska havinum, uttan so at teir hava eina sera góða orsøk til at gera tað, sigur Gunnar.
Um føroysku vónirnar dugir Gunnar ikki at siga so øgiliga nógv, annað enn tað, at tey so fara at gera sítt besta. Hvussu langt tað so fer at røkka, fast at vita eftir kappingina, men tað tykist í øllum førum ikki vera soleiðis, at nakað trýst um heiðursmerki liggur á førosyku luttakarunum í hesari ítróttini.
Hørð ítrótt
Thriathlon er annars kent fyri at vera ein ítróttragrein, sum setir sera stór krøv til kropsligu styrkina hjá íðkarunum. Ikki minst árliga Iron-Man kappingin á Hawaii setir nærum ómenniskjalig krøv. Har verður svomið 3,8 km, súkkla 180 km fyri síðani at enda við marathonrenning, har teinurin er 42.195 metrar.
Á Oyggjaleikunum verður talan tó um sonevnda OL-teinin, sum er nakað linari, men sum tó framvegis setir stór krøv til íðkararnar. Her verður svomið 1.500 metrar, súkklað 40 km, fyri síðani at renna seinastu 10 kilometrar.
Myndir av íðkarum
Beinir Rasmussen
Kári Simonsen
Helga Mikkelsen
Evald Rasmussen