Kappingarárið hevur ikki hilnast væl hjá Havnar Róðrarfelag. Men í barnakappingini hevur hilnast so væl, sum tað ber til, tí bæði í kappingini millum dreingir og gentur vunnu bátar hjá felagnum FM, og í hesum kappingunum var tað sjálvandi eyka søtur biti, at tað eisini eydnaðist at vinna á Ólavsøku.
Títlingur var fremstur í dreingjakappingini, har tað aftur hesa ferð var í tættari kapping við Havfrúnna, og Drekin var fremstur í gentukappingini. Hesa ferð var tað í kapping við spógvan, meðan FM silvurvinnararnir umborð á Teistanum endaðu á triðja plássi.
Dreingir
1 Títlingur	02:33.19
2 Havfrúgvin	02:34.14
3 Drekin	02:36.14
4 Teistin	02:37.10
5 Sandingur	02:39.15
6 Tambar	02:39.20
7 Royndin Fríða	02:40.20
8 Jallurin	02:41.04
9 Frúgvin	02:47.10
10 Heykur	02:47.12
11 Hulda	02:54.05
Endaliga støðan
Títlingur (FM vinnari)	47
Havfrúgvin	42
Drekin	37
Teistin	25
Jallurin	18
Royndin Fríða	13
Sandingur	9
Tambar	5
Junkarin	1
Gentur
1 Drekin	02:32.16
2 Spógvin	02:34.23
3 Teistin	02:35.21
4 Beinta	02:36.00
5 Fípan Fagra	02:39.07
6 Ørnin	02:39.15
7 Jallurin	02:40.08
8 Firvaldur	02:41.23
9 Svanur	02:43.03
Endaliga støðan
1 Drekin (FM vinnari)	44
2 Teistin	43
3 Spógvin	34
4 Fípan Fagra	26
5 Beinta	19
6 Ørnin	16
7 Jallurin	12
8 Tambar	1
9 Firvaldur	1










