Tað hevur ljóðað leingi, at komandi forsetin í USA fer at seta versonum í eitt týdningarmikið starv í Hvítu Húsunum.
Og nú er greitt, at Trump fer at kjósa sær versonin, Jared Kushner, sum seniorráðgeva. Hann skal ráðgeva komandi forsetanum í USA viðvíkjandi handilsavtalum og Miðeystur.
Kona Jared Kushner, Ivanka Trump, skal hinvegin ikki arbeiða fyri pápa sín. Hon skal leggja dent á familjuna og tey bæði børnini, sigur ein talsmaður í sambandi við valdsskiftið í Hvítu Húsunum.
Tað hevur ljóðað leingi, at komandi forsetin í USA fer at seta versonum í eitt týdningarmikið starv í Hvítu Húsunum. Ivi hevur verið sáddur um, hvørt valið av Kushner er í stríð við amerikanska lóg, sum skal forða fyri nepotismu. Men sambært løgfrøðisligum keldur er lógin ikki galdandi fyri Hvítu Húsini.
Onnur avbjóðing fyri tann 35 ára gamla handilsmannin hevur verið lutur hansara sum stjóri fyri milliardafyritøkuna Kushner Companies. Felagið stendur fyri fleiri stóru íbúðarverkætlanum. Hann er harumframt útgevari av blaðnum Tey New York Observer. Mení sambandi við nýggja starvið sum ráðgevi hjá verfaðir leggur hann hini bæði størvini frá sær, skriva bæði Ritzau og Reuters.