Av teimum 34 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vóru knappliga 20 tons hýsa, men hon fekk ikki so góðan prís í dag um teir seinastu dagarnar. Meðalprísurin á hýsu II var í dag 15,93 krónur, og hýsa III fór fyri 11,85 krónur í meðal fyri kilo.
Av toski vóru góð 12 tons, men toskurin fekk heldur ikki so góðan prís í dag sum fyrr í vikuni. Toskur III fór fyri 17,02 krónur, og toskur IV fyri 15,47 krónur í meðal.
Nakað var av longu á uppboðnum í dag. Tað mesta var longa II, sum fór fyri 13,00 krónur í meðal.
Tey 34 tonsini, sum Fiskamarknaðurinm seldi í dag, fóru fyri góðar 490.000 krónur.