FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Reykjavík: Íslendsku bankarnir, sum hava latið deildir upp úti í Europa, hava bundið seg til eina innlánaratrygd, tær sonevndu Icesave-rokningarnar, sum tryggja hvørjum innlánara upp til 20.000 evrur, sum íslendski staturin sambært sáttmála við ES skal rinda.
- Vit vita ikki enn, hvussu stóra upphædd, vit tosa um fyri allar bankarnar í øllum londunum í Europa, sigur Kjartan Ólafson, altingslimur fyri Sjálvstæðisflokkin.
Stjórnin vónar, at tann eginkapitalurin, sum var í ymsu bankunum runt um í Europa, er nóg stórur, at rinda hesa trygdina.
- Men um ikki, so verður tað lagt á herðarnar á skattgjaldarunum her í Íslandi. Hvussu stór upphæddin er, vita vit einki um enn, men vit eru eitt sindur rædd fyri, at talan kann gerast um eina stóra upphædd, sigur Kjartan Ólafson.
Hann sigur, at Worst Case Scenario kann gerast, at tjóðin gerst enn skuldarbundnari enn Týskaland var eftir fyrra verðaldarbardaga, tá landið skuldi byggjast upp aftur, samstundis sum týskarar máttu rinda fyri krígsskaða.
- Men tað ber ikki til at leggja slíkar skyldur á íslendska fólkið, tí avleiðingin av hesum verður, at tað unga fólkið flytir av landinum og kemur ikki aftur, sigur Kjartan Ólafson.
Gordon Brown skurkurin
Men her er veruliga talan um allar ringasta útfall av kreppuni.
- Men kemur tað so langt, er tað enski forsætismálaráðharrin, Gordon Brown, sum hevur skuldina, við at brúka eina anti-terror lóg til at innifrysta aktiv hjá íslendsum bankum í Onglandi, sigur Kjartan Ólafson.
Hann heldur, at Gordon Brown við ger sínari hevur stemplað íslendingar sum eina brotsmannatjóð.
- Forsætismálaráðharri okkara, Geir Haarde, hevur eisini úttalað seg um, at neyðugt verður at hyggja nærri at, um tað yvirhøvur er lógligt tað, sum Gordon Brown hevur gjørt, sigur Kjartan Ólafson.
Hann útilokar als ikki møguleikan fyri, at Gordon Brown verður drigin fyri ein altjóða dómstól at standa til svars fyri sínum gerðum.
- Eg dugi ikki at siga, hvat næsta stigið verður í hesum málinum, men tað hevur verið ført fram í Altinginum í dag, at vit eiga at kanna hetta málið við atliti til at fáa Gordon Brown at standa til svars fyri tí, hann hevur gjørt, sigur ein harmur Kjartan Ólafson.
Íslendingar eru rættiliga fortørnaðir inn á enska forsætismálaráðharran, Gordon Brown, og vilja hava hann fyri ein altjóða dómstól