Veiðinøgdin er minkað, men miðalprísurin er øktur, so úrslitið í ár verður helst á leið tað sama sum í fjør Støðan hjá verksmiðjutrolarum er rímiliga góð, og skipini eru hampiliga væl fyri við árslok í 2006. Skipini hava havt rímiliga góð ár. Hóast broytingar í miðalprísi seinastu 5 arini, hevur raksturin kortini verið støðugt góður.
Tað siga Rasmussen & Weihe í sínari greining av fiskiskipaflotanum.
Lagt verður aftrat, at prísvøkstur fyri lidnu vøruna hevur uppvigað minkingina í veiðinøgdini árini 2003-2005.
- Veiðinøgdin í ár er helst minkað nakað, men miðalprísurin er øktur.
Grannskoðarafelagið væntar tí, at samlaða veiðivirði hjá verksmiðjutrolarum í ár verður á leið tað sama sum í 2006.