Íverksetarahúsið skipar fyri nýggjum skeiði fyri íverksetar

Sum nýggjur ella komandi íverkseti stingur ivin seg mangan upp, um hvussu slepst víðari. Trupult kann vera at taka røttu avgerðirnar nóg tíðliga.

Hetta kemst av, at nýggir íverksetar typiskt eru ov fokuseraðir á sjálvt hugskotið, og forsøma tískil aðrar týdningarmiklar partar av verkætlanini.

- Ti er neyðugt skjótt og effektivt at síggja hugskotið í eini heild, so tað kann fáa ta røttu framdriftina á øllum økjum, sigur Íverksetararhúsið í Klaksvík í tíðindaskrivi.

Á skeiðinum verður arbeitt við dygdargóðum amboðum, sum tryggja, at hvør einstakur íverkseti alla tíðina sær heildina, og á tann hátt gerst førur fyri at taka tær mest effektivu avgerðirnar.

Fyrireikararnir siga, at fleiri vinnulívsfólk hava brúkt ár at finna út av hesum.

- Nú hevur tú kjansin á einum effektivum skeiði yvir fýra kvøld at læra av øðrum íverksetum og virkiseigarum, sum hava verið í gjøgnum alla gongdina.

Evnini á fyrsta skeiðnum: ?Frá hugskoti til byrjan? eru:

- Heildarmyndin!

- Eitt stig í senn ? rætta vegin

- Brúka orkuna har, har tørvurin er størstur

- Finn tey røttu at samstarva við