Íverksetarahúsið skipar fyri nýggjum skeiði

?Tað ber væl til? er heitið á nýggja skeiðnum, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík skipar fyri Íverkstarahúsið í Klaksvík skipar í næstum fyri nýggjum skeiði fyri íverksetar, og fyriskipararnir siga soleiðis um skeiði.

 

- Sum nýggjur ella komandi íverkseti stingur ivin seg mangan upp, um hvussu slepst víðari. Trupult kann vera at taka røttu avgerðirnar nóg tíðliga. Hetta kemst av, at nýggir íverksetar ofta eru ov fokuseraðir á sjálvt hugskotið, og forsøma tískil aðrar týdningarmiklar partar av verkætlanini. Tí er neyðugt skjótt og effektivt at síggja hugskotið í eini heild, so tað kann fáa ta røttu framdriftina á øllum økjum, sigur Annika Steintórsdóttir við portalin.

 

Á skeiðnum verður arbeitt við amboðum, sum kunnu menna møguleikarnir hjá hvørjum einstakum íverksetarar at síggja heildina, og á tann hátt gerst førur fyri at taka tær mest effektivu avgerðirnar.

 

Á skeiðnum verða íverksetar og virkiseigarar eisini staddir, og høvi verður at spyrja spurningar til tey royndu á økinum.

 

Evnini á fyrsta skeiðnum: ?Frá hugskoti til byrjan? eru:

v Heildarmyndin!

v Eitt stig í senn ? rætta vegin

v Brúka orkuna har, har tørvurin er størstur

v Finn tey røttu at samstarva við