Eg haldi, at tað er sera spell, at Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, tekur mítt útspæl í Sosialinum týsdagin um íverksetan og íverksetararáðgeving so illa upp og kennir mínar útsagnir sum eina hóttan móti Íverksetarahúsinum í Klaksvík.
Eg dugi ikki at síggja í hvørjum "karaktermorðið", sum borgarstjórin kallar tað, á Íverksetarahúsið í Klaksvík liggur. Eg havi ikki lagt út við, at SamVit á nakran hátt skal kappast við Íverksetarahúsið í Klaksvík. Tvørturímóti. Vit í SamViti hava ikki gjørt annað enn at bjóða Íverksetarahúsinum samstarv. Vit hava enntá keypt ráðgevingartænastur frá Íverksetarahúsinum fyri eina 6-siffraða upphædd í fjør. Tað kann í mínari verð bara síggjast sum ein viðurkenning av teirra virksemi.
Vit halda nemliga, at Íverksetarahúsið í Klaksvík og Rani Nolsøe gera eitt sera gott arbeiði - og vit hava avgjørt einki ímóti at lata tey tvey verandi íverksetarahúsini í Føroyum - tvs. Íverksetarahúsið í Klaksvík og Bitland í Havn - yvirtaka nakað av okkara íverksetararáðgeving, har tey kunnu gera tað betri enn vit - og gjalda teimum fyri tað. Og tað meta vit, at tey kunnu gera betri enn vit í nógvum førum, um ikki øllum.
Vit hava ikki á nakran hátt mótarbeitt Íverksetarahúsinum í Klaksvík, men tvørturímóti heilsað teimum vælkomnum millum teir stovnar ella hús, sum longu í fleiri ártíggjundir hava fingist við íverksetararáðgeving frammanundan (Ídnaðarstovan, sum seinni bleiv til Menningarstovan, sum aftur seinni bleiv til SamVit og so Kleikingardepilin/Bitland).
Vit blanda okkum ikki í nakað sum helst, sum vit ikki eiga at blanda okkum uppí. Og vit hava ikki knappliga bara funnið upp á hetta burtur úr bláari luft. Vit fáast bara við tað, sum vit alla tíðina hava fingist við. Og sum vit hava góða serfrøði til.
Tað er klárt útstungið í Vinnupolitikkinum hjá fyrrverandi landsstýrinum fyri skjótt nógvum árum síðani, hvat leikluturin hjá SamViti skal vera í mun til íverksetararáðgeving, har íverksetan og íverksetararáðgeving stendur nevnt í trimum út av fimm punktum, sum orða endamálið við SamViti. Vit halda okkum bara til bókstavin. So tað er avgjørt einki nýtt í hesum.
Um Steinbjørn O. Jacobsen lesur Vinnupolitikkin, so kann hann finna fylgjandi orðingar um, hvat SamVit skal:
"Nýggi samanlagdi stovnurin fer at hava eitt fjøltáttað samstarv við nógvar ymsar partar so sum vinnusamskipanir, einstakar fyritøkur, íverksetarar, ymsu stjórnarráðini og stovnar teirra. Millum høvuðsuppgávurnar hjá stovninum verður:
• At birta upp undir nýskapan og íverksetan.
• Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri íverksetarar.
• At ráðgeva um íverksetan og gera íverksetaraportal, har íverksetarar fáa svar upp á spurningar um at stovna fyritøku.
• At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í.
• At menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland."
So tað hevur leingi staðið púra greitt, hvat vit skulu í SamViti, inntil vit fáa annað at vita.
Vit ætla okkum sum sagt ikki at kappast við íverksetarahúsini, men meta, at tað er skilagott, at íverksetararáðgeving verður samskipað á sentralum stað. Eingin einstakur stovnur - hvørki almennur, kommunalur ella privatur - 'eigur' íverksetaraøkið eksklusivt. Eg kann bara undirstrika týdningin aftur og aftur av, at vit øll, sum vilja íverksetarum tað væl í Føroyum - antin tað eru almenn ella privat - leggja kreftirnar saman fyri at tryggja at vit útnytta alla tøka serfrøði, og at vit samskipa okkara arbeiði og samstarva til gagns fyri einkulta íverksetaran. Hesa uppgávu hava vit leingi tikið í størsta álvara í SamViti.
Eitt behøvist ikki at útilukka hitt, so har er eingin orsøk til at kenna seg hóttan. Eg haldi heldur ikki, tað er so væl umhugsað av borgarstjóranum í Klaksvík t.d. at siga, at allir almennir stovnar eru stirvnir - sum um teir eru tað pr. definitión - og at teir bara vilja oyðileggja eitt dynamiskt hús sum Íverksetarahúsið í Klaksvík. Tað hevur einki við okkara veruleika at gera í SamViti í øllum førum, so sum vit síggja tað. Eg kann bara heita á borgarstjóran í Klaksvík um ikki at vera so avgjørdan á so lítlum grundarlag og heldur lata ivan koma okkum til góðar. Vit ætla ikki at oyðileggja nakað sum helst, sum er gott. Tvørturímóti.
Tá alt kemur til alt, ræður tað um at prógva sítt virði. Og tað, sum prógvar besta virðið, kemur undir øllum umstøðum helst at yvirliva í longdini.
Tað góða, sum kann koma burtur úr hesum er, at vit fáa eitt seriøst kjak um hetta sera týdningarmikla mál - íverksetan og íverksetararáðgeving - hvussu gera vit tað best - saman!