Nýggja sætið hjá Íverksetarahúsinum er í fyrrverandi skrivstovubygninginum hjá stórfyritøkuni J. F. Kjølbro, sum er ein av allar størstu vinnufyritøkum í Føroya søgu. Serskúlin og Íverksetarahúsið hava býtt um hølir, og harvið fær Serskúlin nógv betri umstøður. Íverksetarahúsið flytir í bygningin, har J. F. Kjølbro fyrr hevði skrivstovuhølir.
Í viðmerking við Norðlýsið sigur Rani Nolsøe, at Íverksetarahúsið nú rættiliga er við at koma uppá pláss í nýggja umhvørvinum.
- Eg haldi tað vera sera positivt og eggjandi hjá íverksetarum at byrja í hesum umhvørvinum, tí er nakað vit her í samfelagnum eiga sum hevur við íverksetarahugsjónina at gera, so má tað vera hesin stóri og hábærsligi skrivstovubygningurin, sum Kjølbro bygdi longu í 1942-43.
- Bygningurin stendur enn sum eitt minni um áræði hjá okkara forfedrum, og saman við býráðnum hava vit í hyggju at gera bygningin soleiðis, at hann skal inspirerað ígongdsetarar, samstundis sum hann skal siga okkum øllum eitt sindur um farnar tíðir.
- Íverksetarahúsið hevur nógvan aktivitet í løtuni, vit hava koyrt skeið ymsa staðni í landinum umframt her í Íverksetarahúsinum.
- Her eru eisini møguleikar at leiga út skrivstovuhøli til ígongdsetarar ella smærri virkir, ið hava brúk fyri eini skrivstovu í styttri tíð, sigur leiðarin fyri Íverksetarahúsið við Nordlysid.
Hesin væl kendi vinnubygningurin, sum einaferð var høvuðssætið hjá stórfyritøkuni J. F. Kjølbro, fær við hesum eitt innihald, ið hóskar søgu hansara, samstundis sum tað virksemi, sum var har frammanundan, er flutt í betur nøktandi hølisumstøður.
Ein nærri ætlan fyri bygningin verður gjørd, ið verður at fremja yvir tey komandi árini.









