Íverksetan - Tá tað regnar á prest so dryppar á degn

Føroyar skulu mennast til at vera eitt áhugavert stað hjá virkisfúsum fólki at byrja vinnu

Hugburður fólksins um íverksetan og íverksetarar ávirkar hug tess at ganga hesa leið. Í summum londum verða fólk frá barnsbeini eggjað til at gerast íverksetarar, og lagt verður í tey, at íverksetarar eru slóðbrótarar og fyrimyndir. Soleiðis hevur ikki verið í Føroyum sjálvt her altíð hevur búleikast kreativ fólk, sum væl hava duga at brotið upp úr nýggjum.

Fólkaskúlin

Fólkaskúlin átti at tikið íverksetan íálvara. Ikki tí, at næmingar frá fyrsta klassa skulu læra, at gera handilskvinnur/menn. Men í fólkaskúlanum skulu næmingar læra at arbeiða skipað við nýskapan í øllum lærugreinum. Í fólkaskúlanum skal dentur verða lagdur á íverksetan við verkætlanum, evnisdøgum og íverksetaraspølum ella við kappingum.

Miðnámsskúlar

Í miðnámsskúlanum skulu allir næmingar hava tilboð um frálæru í íverksetan. Í løtuni útbjóðar Handilsskúlin og Tekniski skúli lærugreinina “ungt virki”. Hetta hevur eydnast væl og dáma næmingar stak væl hesa lærugrein.

Mentamálaráðið eigur at arbeiða fyri, at lærarar á miðnámsskúlunum, sum undirvísa í íverksetan fáa neyðuga eftirútbúgvingina. Í lógum og kunngerðum skal standa, at miðnámsskúlin er við til at menna íverksetanarkunnleikan hjá næminginum.

Tað skal loysa seg at skapa sín egna vinnuveg

Í Danmark hevur stjórnin eftir 4 árum klára, at broytt hugburðin, hjá dømum, mótvegis íverksetarum. Ímeðan tað fyri sløkum 4 árum síðani als ikki var kool, at skapa sín egna vinnuveg er tað í dag nakað man sær upp til. Hetta hevur danska stjórnin gjørt við miðvísum tiltøkum.

Tað skal loysa seg at skapa sín egna vinnuveg, tí samstundis sum íverksetarin tekur váða á seg, skulu útlit fyri at vinna pening vera góð. Vit skulu líta á orðataki: “ Tá tað regnar á prestin so dryppar á deknin”. Við øðrum orðum, tá ið íverksetarin hevur góð kor og klára seg væl so gongur eisini væl í samfelagnum sum heild.

Eg vil arbeiða fyri betri korum hjá vinnulívinum og íverksetarum í Føroyum.