Íverksetan – er tað nakað nýtt?

Elin Heinesen, stjóri í SamViti

-----------

Fleiri løgtingsvalevni nevndu und­an valinum tørvin fyri íverk­setan og íverk­setararáð­geving. Hetta er at frøast um, tí hetta er alneyðugt. Men ein kann undrast á, hví íverksetararáðgeving varð umrøtt sum eitt heilt nýtt fyri­brigdi her á landi. Sannleikin er, at nógv gott er at byggja víðari á, tí fólk hava leingi arbeitt miðvíst fyri íverksetan í Føroyum.

Hóast nýhugsan og íverksetan eiga at fáa væl betri sømdir enn nú, mugu vit ikki gloyma, at fólk hava arbeitt við stuðli og ráð­gev­ing av íverksetarum í mong harrans ár. Hetta arbeiði eigur at verða viðurkent, tí tað hevur givið góð úrslit, sum vit kunnu byggja á framyvir. Íverk­setara­virksemi er ein inngrógvin partur av føroyska hugburðinum og íverksetarahugurin er væl longri frammi í Føroyum enn í londum, vit samanlíkna okkum við. Hetta vísa hagtølini.

Føroyar frammanfyri Danmark og USA

Føroyingar stovna prosentvíst væl fleiri fyritøkur um árið enn onnur lond. Í Danmark liggur talið uppá 10 prosent, í Bretlandi uppá 14 prosent og í Føroyum omanfyri 17 prosent um árið! Í Føroyum er virkni og virkishug­urin á høgum støði. Hugsa bara um, hvussu skjótt føroyingar bardu seg úr kreppuni fyrst í 90’unum. Og tað gongur lutvíst væl við búskapinum í Føroyum í løtuni.

Hetta merkir tó ikki, at vit kunnu lena okkum afturá og hvíla á laurberjabløðunum. Okkara vinnulív er ikki nóg fjølbroytt, og vit hava tí enn ein sera viðkvæman búskap. So vit mugu gera tað enn betri. Tað er tí avgjørt einki galið við at tosa fyri meira íverksetan. Tað er innlýs­andi, at vit alla tíðina hava brúk fyri at menna og fjølbroyta før­oyskt vinnulív fyri at tryggja okkum betri til framtíðina. Tí er tað avgerandi neyðugt at raðfesta íverksetan og íverksetararáð­geving høgt politiskt.

Eldsálir gjørt megnar­arbeiði fyri íverksetan

Tað, at íverksetan er ein partur av føroyska hugburðinum – og at áræðið til íverksetan er so lutvíst umfatandi í Føroyum júst nú – er m.a. eisini úrslit av einum mið­vísum arbeiði, sum hevur verið gjørt av eldsálum langt aftur í tíðina. Íverksetan er og hevur leingi verið ein partur av før­oysku fólkasálini. Føroyingar eru ómetaliga uppfinnsamir og hava stórt áræði. Vit hava verið noydd til at hava áræði og vera uppfinn­som í einum so avbjóðandi um­­hvørvi, sum Føroyar eru, um vit skuldu yvirliva á hesum harð­balnu klettum. Men aðrar søgu­ligar orsøkir eru eisini til, at føroyingar eru so íverksetanar­hugaðir.

Vit minnast t.d. Ídnaðarfelagið, Tormóð Dahl og ídnaðarstovuna. Ídnaðarstovan bleiv síðani til Menningarstovuna, har Kjartan Kristiansen í 20 ár hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri at stimbra og menna nýggjar vinnur í Føroy­um – ofta í stríðum mótvindi. SamVit heldur á við hesum arbeiði og hevur í dag eina Menn­ingardeild við 5 fólkum, sum arbeiða miðvíst fyri at stimbra íverksetaravirksemi í Føroyum.

Hyggja vit longur aftur ella breiðari út í samfelagið finna vit aðrar eldsálir. Vinnu­lívs­fólk og einstak­lingar (t.d. Hans Morten­sen við Sunds­depli­num, sum tían­­verri ongan­tíð bleiv veru­lig­gjørdur), arbeiðsgevarafeløg, bank­ar, skúlar og onnur í Føroy­um hava eisini gingið undan í at stimbra íverksetan. Tað hevur bara ikki altíð itið ‘íverksetan’ og ‘íverksetarar’. Íverksetarar hava t.d. verið kallaðir ‘finna-uppá-menniskju’ og íverksetan hevur verið kallað ‘menning’, ‘ný­­skapan’, ‘innovatión’ og mangt annað gott.

Seinastu árini hevur íverk­setara­húsið Bitland víst ein úrslita­góðan leist við at bjóða íverk­setarum eitt íblásandi stuðl­andi umhvørvi at arbeiða í. Bit­land og SamVit hava gjørt sam­starvsavtalu um, at Bitland skal hýsa Klekingardeplinum, sum er ein verkætlan undir SamViti. Hetta íverksetarahús satsar ser­liga uppá íverksetarar, sum ynskja vøkstur, og sum vilja hava allan heimin sum marknað. Bit­land og Klekingardepilin hýsa í dag fleiri fyritøkum, sum klára seg væl, og eru í stórum vøkstri.

Gott politikkarar endiliga vilja stuðla íverksetan

Men tað mesta, sum higartil hevur verið gjørt á íverksetararáðgevingarøkinum, hevur hvílt á einstaklingum, og almenni stovn­urin, sum varar av málinum, SamVit, hevur ikki verið rað­fest­ur so høgt áður á fíggjarlógini. Tað, sum hevur væntað í, er ein miðvís langtíðar ætlanarlegging av íverksetararáðgeving í øllum landinum, samstarv og ein betri yvirskipað samskipan av ráð­geving til íverksetarar, so vit fáa ymisk tilboð undir ein hatt – og ikki minst ein munagóð almenn fígging til hetta.

Tað gleðiliga hóast alt við, at íverksetan og íverksetararáð­gev­ing nú er komið á dagsskránna, er, at nú verður ljós varpað á evnið, so vit kunnu viðgera tað í tí álvara, tað hevur uppiborið. Knappliga er tað vorðið nakað, sum politikkarar og onnur fegin vilja taka undir við og stuðla, har tey, sum fyrr brendu fyri slíkum, tíanverri ofta ikki vórðu tikin eins nógv í álvara sum nú. Tey máttu arbeiða ‘uppá tross’ og ofraðu nógv fyri at halda lív í teirra lívs verkætlanum. Tey gjørdu eitt megnar forarbeiði, sum eingin orsøk er til at blaka burtur. Ístaðin fyri at byrja heilt av nýggjum, so latið okkum viður­kenna og taka til eftirtektar, hvat gott vit frammanundan hava at byggja á, og so byggja víðari á tað besta. Og latið okkum blaka pengarnar har, sum teir veruliga gera mun.

Neyðugt at raðfesta vakstrarvirksemi

Í dag er trupulleikin, at vit skapa nógv virksemi, men ov lítið av tí endar við at vaksa – enn minni vaksa út um landoddarnar. Sjálv­andi eiga vit at stuðla íverk­setar­um sum heild so nógv sum gjør­ligt – eisini tey, sum arbeiða í smáum á heimamarknaðinum – men skulu vit veruliga taka eitt risastig víðari, so satsa vit uppá at stimbra íverksetan av munagóðum vakstrar- og út­flutningsvirksemi í Føroyum, sum veruliga kann gerast eitt týðandi ‘triðja bein’. Tí mugu vit seta skilagóðar spurningar og meta um íverksetararáðgevingina kvalitativt. Vit mugu tosa um: Hvussu fáa vit mest gagn av teimum upphæddum, vit seta av til íverksetararáðgeving? Hvat er tað fyri íverksetan, sum ger størst samfelagsligt gagn, og sum veru­liga er verd at brúka orku uppá at stimbra? Les meira um hetta í greinini “Fleiri bein – ella kaos”.