Verkfrøðingafelagið: Samanleggingin er undanførsla

Tað sum landsstýrismaðurin hevur sagt alment kann tulkast soleiðis, at samanlegging verður brúkt sum undanførsla til at siga landsverkfrøðingin úr starv, hóast tað eru samstarvstrupulleikar millum vinnumálastýrið og ein stovnsleiðara sum tykjast verða høvuðsorsøkin. Okkurt bendir enntá á, at landsverkførðingurin er koyrdur vegna góða leiðslu og ikki øvugt, sigur Verkfrøðingafelagið í yvirlýsing:

Á fundi í Verkfrøðingafelagnum tann 3/1 1999 har verkfrøðingarnir á LV?skrivstovuni vóru saman við nevndini fyri felagið varð henda yvirlýsing samtykt.


Fundurin átalar harðliga mannagongdina, tá landsverkfrøðingurin Henning Jacobsen varð sagdur úr starvi. Í jólafrítíðinin møtti landsstýrismaðurin upp á stovninum, sum lundi á jólanátt, og kunnaði nøkur hissini starvsfólk um ætlanina at leggja Landsverkffrøðinginsstovnin og Strandfaraskip Landsins saman.


Á sama fundi hótti landsstýrismaðurin starvsfólkið við at siga: »Um nakar trýr, at eg ikki havi politiska uppbakking at gera sum eg geri, so fer hann skeivur«


Síðani er komið alment fram, at hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Sjálvstýrisflokkurin taka undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin brúkar hugtøkini samskipan/samanlegging sum best ber til, hóast einasta formella grundgevingin fyri at siga landsverkfrøðingin úr starvi er bygnaðarbroytingar sum fara fram. hetta er greitt sáttmálabrot, serliga havandi í huga, at landsstýrismðurin alment hevur sagt, at arbeitt hevur verið við hesum í 1/2 ár uttan at kunna hvørki leiðara ella starvsfólk.


Umframt hetta segði landsstýrismaðurin, at roknskapirnir hjá stovnunum vóru »ógjøgnumsigtigur«. Hetta seinasta hóast stovnurin nýtir eina roknskaparskipan, sum fíggjarmálastýrið hevur sett í verk, og sum stovnurin hevur fingið álagt at nýta. Annars er tað roknskapurin hjá strandferðsluni, sum í seinastu frágreiðingini frá ráðgevandi nevndini verður lagndur undir at vera »ógjøgnumsigtigur«.


Tann nú fyrrverandi landsverkfrøðingurin verður av landsstýrismanninum alment lagdur undir at afturhalda upplýsingum og at verða leiðari á einum afturlatnum stovni. Hetta eru bert leysir pástandi frá landsstýrismanninum, sum eisini raka øll starvsfólk á stovninum. Annars verður víst á, at fólk frá landsverkfrøðinginum einki hava ímóti eini almennari kanning av hesum viðurskiftum.


Tann setti stjórin verður sagdur at hava spart tveysiffraðar milliónaupphæddir á strandferðsluni, men einki verður sagt um, at tann nú fyrrverandi landsverkfrøðingurin hevur saman við sínum fólki spart trýsiffraðar milliónaupphæddir uttan at bróta óneyðugt niður fakliga og menniskjaliga.


Tað sum landsstýrismaðurin hevur sagt alment kann tulkast soleiðis, at samanlegging verður brúkt sum undanførsla til at siga landsverkfrøðingin úr starv, hóast tað eru samstarvstrupulleikar millum vinnumálastýrið og ein stovnsleiðara sum tykjast verða høvuðsorsøkin. Okkurt bendir enntá á, at landsverkførðingurin er koyrdur vegna góða leiðslu og ikki øvugt.


Felagið sær hetta málið sum eitt princippmál um tryggleika ella ótryggleika á arbeiðsplássinum


Tórshavn 3/1-99


Føroya Verkfrøðingafelag