Hvørt ár halda vit páskir, hvítusunnu, stevnur av ymiskum slagi og jól. Og annað hvørt ár leggja vit arbeiðið niður. Soleiðis er lívið í Føroyum. Alt vendir javnan aftur. Tað er sum við sjóvarfallinum.
Hví man tilveran hava lagað seg soleiðis her hjá okkum? Hví munnu vit leggja arbeiðið niður so at siga fast annað hvørt ár, tá ið sáttmálasamráðingarnar standa í botni? Her er eitt hvørt rúkandi galið, og hetta er ein torskildur spurningur, sum fleiri mugu taka ábyrgdina av.
Politikkarin er óivað tann, sum má átaka sær stóra ábyrgd av, at støðan er, sum hon er. Hóast nakað er fráliðið, hevur borgarin ikki gloymt, hvussu løgtingsmenn uttan himpr ásettu og øktu sína egnu løn. Meinigi maðurin hevur ilt við at skilja tílíka avgerð, tí tað líkist mest einum kvetti, har politikkarin hevur brúkt fólkaræðið til at geva sær sjálvum loyvi til at fara eftir skattaborgarans peningi til egið gagns. Allar løgtings- og landsstýrimannalønir og eftirlønir teirra áttu at verið ásettar av óheftum fólki og við støði í føroyskum lønarviðurskiftum og -politikki.
Og so hesi ótolandi verkføllini, sum skaða meiri enn tey gagna: Tey skaða samfelagið sum heild, tey skaða arbeiðspláss, tey skaða vinnulívið, ferðavinnuna, men tey raka harðast tann, tey skuldu gagnað, nevniliga arbeiðstakaran sjálvan. Annað hvørt ár fer stórur partur av frítíð og frítíðarløn til at gjalda verkfall, sum næstan bara gagnar fakfelagsleiðarum. Alibiið til at vera afturvaldur sum leiðari liggur í, at tú hevur øst fólk upp í nøkrum, sum líkist einum arbeiðaraverkfalli. Men tað er langt millum lønirnar hjá tímaløntum og tær hjá nógvum av leiðarum teirra. Hetta er tekin um ábyrgdarloysi, og tað er eisini tekin um dugnaloysi. Um allar trætur skulu avgerast við glíming, til annar liggur eftir á, snýr tað seg bara um veruleikafjart undirhald. Tað hevur als einki við kor verkamanna at gera. Tað átti at verið gjørligt at loyst lønartrætur á annan hátt enn við verkfalli, men viljin tykist ikki vera til staðar til tess. Og so er alibiið fyri at vera afturvaldur sum fakfelagsleiðari eftir øllum at døma eisini burtur.
Men løgið er, at eingin er, sum mælir ímóti hesum vitloysi, tí stórur partur av verkamannafjøldini kennir sannleikan. Er eingin so frægur, at hon ella hann dittar sær at krevja, at demokratisk viðurskifti galda eisini fyri fakfelagspolitikk? Ella hvussu leingi ætla tey tímaløntu blint at fylgja teimum, sum annað hvørt ár noyða tey út í arbeiðsloysi móti teirra vilja, bara fyri at fáa eina fjøður í sín egna hatt? Yrkingin hjá Rasmussi Effersøe "Fast stóð í fonnum?" lýsir verandi støðu væl, um vit bara fylgja slóðaranum, ið dugir ikki at nýta vit og skil. Vónandi vaknar arbeiðararørslan skjótt og sær, hvat gongur fyri seg. Nógv er, ið kann og skal fáast upp á pláss, uttan at ein skal berjast annað hvørt ár bara fyri at vinna tað mista innaftur. Alt annað eru bara tóm orð.
Tað er sera óheppið, at semingsstovnurin tykist vilja fara aftan fyri bakið á fakfelagsleiðsluni við at mæla til eina uratkvøðu um semingsuppskotið, tí tað var tað ikki búgvið til enn, og tað østi eisini verkamannafeløgini óneyðugt.
Tíverri sær út til, at tá ið fólk fær vald, broytast tey, so at heilin tóðnar og kroppurin bólgnar. Allar ósemjur skulu avgerast við einum glantrileiki, har lítið og einki hendir í veruleikanum til gagns fyri tann, tað skuldi gagnað. Seinasta útspælið við at taka flestu undantaksloyvi aftur minnir mest um máttloysi einans við einum endamáli: at fáa løgtingið at leggja uppí. Og tá er alt stríðið til fánýtis.
Tá ið hetta stríðið er av, er nógv, sum skal rættast uppaftur, bæði fakfelagspolitiskt og landspolitiskt, men fyrsta stigið er at fáa enda á verkfallinum. Tað gerst bara við nýggjum hugburði, tí so at siga øll, tú tosar við, eru samd um, at tíðin er farin frá ábyrgdarleysum verkføllum, ið bara gagna nøkrum heilt fáum. Fyrr enn tað er hent, fara ósemjur frameftir at vera merktar av ábyrgdarloysi, vónloysi, máttloysi, lógloysi og dugnaloysi. Tað átti at verið gjørligt at brúkt vit og skil eisini. Antin mugu leiðslurnar taka annað skinn um bak ella lata onnur við viti og hegni sleppa framat. Sum er, gongur verkamannafjøldin eitt stig fram og tvey eftir hæli.