Verkfallshóttaninar hanga framvegis yvir útoyggjum, Sandoy og Suðuroy.

Jaspur Vang, Tvøroyri

Í løtuni valdur sum heild friður á arbeiðsmarknaðinum. Landsstýri og samgongan hava tí gyltan møguleika til nú í friðartíðum at finna fram til eina loysn, sum tryggjar, at út-oyggjar, Sandoy og Suðuroy ikki aftur verða tiknar gíðslar og ferðafólka- og farmaflutning-urin til hesi øki aftur verður lagdur lamin, næstu ferð sáttmálasamráðingar verða.


Orðaskifti um visiónir, alheimsgerð, tolsemi, útbúgvingar, gransking v.m., sum seinastu mánaðirnar hevur verið á almennu politisku dagsskránni, er sjálvsagt viðkomandi og neyðugt. Tó mugu politik-ararnir ikki gloyma gerandisdagin burtur ímillum, men loysa teir trupulleikar, sum ferð eftir ferð hava verið útjaðarøkjunum í Føroyum til miklan skaða.

Vit kunnu fegnast um, at t.d. Heima á Sandi, í Hvalba, á Tvøroyri og í Vági nú aftur er virksemi á teimum fiskavirkjum, sum fyri bert fáum mánaðum síðani antin vóru afturlatin ella vóru í vanda fyri at lata aftur. Virkisfús vinnulívsfólk góvu ikki skarvin yvir, men stríðast dagliga fyri at fáa tað at bera til í fiskivinnuni, sum, antin vit vilja vera við tað ella ikki, er grundarlagið undir føroyska landsbúskapinum, eisini eftir ár 2015. Ein avgerðandi fortreyt fyri, at fiskavirkjunum og øðrum virkjum og fyritøkum uttan fyri meginøkið skal verða lív lagað er, at sjógvegis flutningurin til meginøkið og harvið umheimin er støðugur og álítandi. Landspolitikararnir hava skyldu til at tryggja vinnuni um alt landi tryggar karmar at virka innan. Soleiðis hava landspolitikararnir eisini skyldu at tryggja álítandi og støðugan flutning um fyrðir og sund.


Sambandsflokkurin er til reiðar.

Undir vinnupolitiska orðaskiftinum á Løgtingi týsdagin í farnu viku, heitti formaður Samband-floksins á landsstýrismannin í samferðslumálum og vinnumálum um at bera so í bandi, at funnin verður ein varðandi loysn, sum tryggjar, at útoyggjar, Sandoy og Suðuroy ikki aftur verða tiknar gíðslar, næstu ferð ósemja stingur seg upp á arbeiðsmarknaðinum. Vónandi tekur landsstýrismað-urin áheitanina frá samgongufeløgum sínum til eftirtektar og fer til verka í álvara.


Fjølmiðlarnir.

Viðbrekin politisk mál, ið ikki fáa nøktandi viðgerð og harvið verða endaliga loyst, stinga seg við jøvnum millumbilum upp, gera skaða og skapa rumbul. Politiski áhugin í at finna varðandi loysnir á slíkum málum tykist tó fána burtur, tá fjølmiðlarnir, eftur bert stutta og mangan øsingar- og gølu-kenda, men grunnskygda viðgerð, sleppa málunum aftur. Soleiðis er eisini við afturvendandi verk-føllunum, sum raka útoyggjar, Sandoy og Suðuroy so meint. Fjølmiðlarnir válka sær eina stutta stund í verkfallshóttanum og verkføllum, men sleppa so málinum aftur. Tað hevði verið fjølmiðl-unum til heiðurs, um teir viðgjørdu ein slíkan afturvendandi trupulleika í álvara, lýstu fylgjurnar av ótryggleikanum og verkføllunum, fylgdu málinum upp og við jøvnum millumbilum varpaðu ljós á málið.