Soleiðis skrivaði Sosialurin 7. juni í 2003:
Um midnáttarleitið hóskvøldið skrivaðu partarnir á arbeiðsmarknaðinum umsíður undir ein nýggjan sáttmála. Hósdagin hevði verkfall vart í samfullar fýra vikur.
Úrslitið gjørdist ein lønarhækkan áljóðandi 8,53% yvir tvey ár. Lønin hækkar við 4,3 krónum beinanveginíár, og 1. mai í 2004 hækkar lønin aftur við 4,3 kr.
Eisini verða aðrar broytingar gjørdar, eitt nú í sambandi við setanarskriv til starvsfólk.
Alt verður lagt oman á grundlønina – eftirlønargjaldið verður tað sama komandi tvey árini. Hetta valdu arbeiðarafeløgini at gera, tá greitt varð, at partarnir fóru at semjast um 4,3 kr.
Aðrastaðni á síðuni sæst, hvussu lønin broytist komandi árini. Útrokningarnar eru gjørdar við støðið í grundlønini. Møguligar viðbøtur ella meirinntøka er ikki roknað við, tí hetta er ógvuliga misjavnt.
Vinningur?
Eitt verkfall í fýra vikur hevur sett síni spor hjá øllum. Verkafólkið í verkfalli hevur seinastu fýra vikurnar fingið munandi minni í sín part enn vanligt. Dagslønin hevur verið 596 kr. fyri ein persón í verkfalli, sum hevur gjørt sínar skyldur.
Hesin peningur er tikin úr verkfalsgrunni, ið limirnir sjálvir hava goldið inn til. Tískil gjalda teir sína egnu løn, sum eisini verður skattað.
Áðrenn verkfallið byrjaði varð eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar. Lønin skuldi tveir ferðir økjast við 3,2 kr. um tíman. Hetta gav góð 6,8% í lønarhækkan yvir tvey ár.
Hetta vildi givið samanlagt 6.866 kr. minni yvir tvey ár, enn tann nýggi sáttmálin. Her verður roknað við grundløn og ongum viðbótum. Tapið í verkfalsdøgunum móti gamla sáttmálanum eru góðar 4.300 kr. Í mun til semingsuppskotið, var tað sáttmáli, er tapið góðar 4.800 kr. Útfrá hesum gevur nýggin sáttmálin ein vinning, men síggja vit burtur frá verkfalspeninginum, sum limirnir sjálvir hava goldið inn, so gav hesin sáttmálin ikki nóg mikið til at dekka tapið í verkfallinum.
Sostatt loysti verkfallið seg ikki so væl út frá tølunum. Men út frá fakfelagsligum sjónarmiðum og øðrum argumentum, er myndin óivað ein onnur.
Semja
Tað var semingsmaðurin, sum kallaði partarnar saman aftur, eftir áheitan frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm.
Og klokkan sjey hóskvøldið helt hann, at hann hevðu mýkt støðuna so mikið, at hann legði eitt semingsuppskot fyri partarnar.
Áðrenn samráðingarnar byrjaðu, høvdu arbeiðarafeløgini tvíhildið um, at tey góðtóku onki minni enn fýra krónur afturat tímalønini í ár og fýra krónur afturat 1. mai næsta ár, umframt eina eftirløn uppá 1% um árið og tað svarar til eitt sindur minni enn 50 oyru afturat um tíman í ár og tað sama næsta ár.
Sostatt var kravið ein hækking uppá 4,50 krónur í ár og tað sama næsta ár.
Hinvegin hava arbeiðsgevararnar tvíhildið um, at lønarhækkingin skuldi í hvussu so er vera minni enn fýra krónur afturat tíman í ár og tað sama næsta ár, íroknað eftirløn.
Men sostatt var tað sum skilti partarnar, tá ið teir fóru til samráðingar í morgun, minni enn ein króna tilsamans yvir tvey ár, ella 50 oyru um árið.
Men tað gekk seint fyri seg, áðrenn nøkur endalig útmelding kom frá pørtunum. Dúgliga varð gitt og tulkað. Fólk vóru sum heild optimistisk, tí verkfallið hevði vart so leingi, og tað lá í luftini, at ein semja var í nánd.
Og seint út á kvøldið um tíggju tíðina komu tær fyrstu ábendingarnar um, at nú var ein semja funnin.
Og sum flest øll vita, so varð ein semja funnin, og verkfallið er av.
Tvungin av alivinnuni
Boðini frá arbeiðsgevarunum, eftir at nýggjur sáttmálin var undirskrivaður, vóru, at teir vóru noyddir at skriva undir, orsakað av støðuni hjá alivinnuni.
– Vit kundu velja ímillum at verða skotin ella hongd. Vit hava goldið eitt loysigjald fyri alivinnuna, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hann er ikki nøgdur við nýggja sáttmálan, sum hann sigur fer at fáa stórar fylgjur – bæði fyri vinnuna og samfelagsliga.
Nøktandi
Hinvegin helt mótparturin í form av Vígdis Johannesen, forkvinnu í Havnar arbeiðskvinnufelag, at sáttmálin var nøktandi. Hon heldur ikki, at hetta er eitt heilt optimalt úrslit, men nøktandi kortini.
Og verkfallið hevur sambært henni verið vert tað nógva stríðið.
Hon fegnast eisini nógv um, at hennara egnu limir og feløgini øll hava staðið so væl saman í verkfallinum.