Verkfallið: Seta byrgingar upp fleiri staðni í landinum

?Umfatandi smugling fer fram kring landið og tí kanna vit bilarnar, samstundis sum byrgingar verða settar upp fleiri staðni í landinum, sigur Ingeborg Vinther


 

Verkfall


Nú er tað ikki bara í Kollafirði og í Leirvík, at vegirnir verða avbyrgdir fyri at kanna bilar fyri smuglaravørur. Nú eru vegbyrgingar eisini gjørdar fleiri aðrar staðir í landinum.

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, segði fyrrapartin í gjár, at at tað fer ein umfatandi smugling fram ymsastaðni í landinum og tí er tað neyðugt at seta fleiri byrgingar upp ysmastaðni í landinum.

Eitt nú er byrging sett upp á vegnum oman til Fuglafjørð. Samstundis er byrging eisini sett upp á bryggjuni í Vestmanna og ætlanin er eisini at gera meiri burturúr at kanna bilarnar, sum fara umborð á Smyril til Suðuroyar.

Bilarnir, sum koyra á hesum strekkkjum, mugu so finna seg í at verða steðgaðir og kannaðir.

Harafturat standa fólk til reiðar fleiri aðra staðni í landinum við. Ikki minst í Suðuroy eru fleiri royndir gjørdar art smugla vørur í land av bátum, sum eru komnir úr Havnini. Men bátarnir eru afturvístir. Eitt nú eru miseydnaðar royndir gjørdar at fáa farm í land í Hvalba, á Tvøroyri og eisini í Vági hava skjóttgangandi bátar verið við varu, men hon er ikki sloppin í land.

Samstundis eru tey eisini farin at hava eitt vakið eyga við postbilnum, tí tey hava varnast, at postbilarnir eisini eru farnir at flyta farm. Tí fara tey nú at kanna postbilarnar í størri mun, enn tey hava gjørt.

Týsdagin førdi tað við sær, at ein postbilur, sum skuldi vestureftir, varð steðgaður í Kollafirði og mátti venda aftur, tí hann var fullur av farmi.

Verkfalsvaktirnar halda, at hetta er ábyrgdarleyst av postverkinum, tí postbilarnir føra eisini neyðsynjarvøru, eitt nú heilivág, og tá ið postbilurin noyðist at venda aftur, kemur heilivágurin heldur ikki fram.


Ikki privatfólk

Orsøkin til alt hetta hóvastákið er at forða fyri, at handilsvøra verður flutt inn á verkfalsrakt øki, sigur Ingeborg Vinther.

Men hon leggur dent á, at tey eru ikki úti eftir fólki, sum hava verið í Havn og keypt ymiskt til egna nýtslu.

?Vit eru ikki úti eftir privatfólki. Vit taka ikki fólk, sum hava verið í Havn og keypt ein eplasekk, ella tveir, ella aðra varu til sín sjávs, tí tað tænir ongum endamáli.

? Men tað eru mong, sum royna at brúka persónbilar til at smugla vørur í, sum ætlanin er at selja víðari og tað eru hesir bilarnir, sum verða steðgaðir.

Hon sigur, at tað kemur meiri enn so fyri, at persónbilar koma søkkladnir framvið byrgingina og tá er tað sjálvsagt, at talan er ikki um varu til egna nýtslu, men at ætlanin er at selja hana víðari í ymsum handlum.

Eitt nú var ein bilur steðgaður í Kolafirði nú ein dagin við fullum viðføriserúmi av bananum og hann mátti venda við aftur, tí tað var trupult hjá honum at sannføra verkfalsvakirnar um, at hetta var til egnu nýtslu. Og skuldi hann roynt at bilt teimum inn, at hann hevði apur kjallaranum, høvdu tey neyvan trúð honum heldur.......