Verkfallið rakar fiskivinnuna meint

Prísmunurin á kongafiski til fesk fløk og fryst fløk er einar 3-4 krónur í løtuni. Á Fiskavirking á Tvøroyri ber ikki til at arbeiða feskt, nú útflutningsmøguleikarnir eru so skerdir, og tí er djúpvatnstrolarin, Suðringur, á veg niður til Cuxhaven at selja.
<DPTAB>    - Støðan er ógvuliga óheppin, sigur Martin Hentze, góðskuleiðari á flakavirkinum á Tvøroyri.

Verkfallið

Eitt og hvørt verkfall rakar meint, og tað rakar mong, bæði á sjógvi og landi.
Nú at kalla eingin sigling er hjá Strandferðsluni millum firðir og sund, verður bæði fiskivinnan á landi og sjógvi meint rakt.
Tey virkir, sum serliga eru rakt í hesum døgum, eru tey, sum arbeiða fesk fløk. Hesi skulu avskipast sum skjótast, og tá ið strandfaraskipini ikki sigla, fæst fiskurin ikki til skipini, sum flyta fesku vøruna av landinum.
Hetta gongur aftur útyvir fiskaprísin, tí munur er á prísinum, virkini lata fyri fiskin, sum fer feskur av landinum og tað, tey lata fyri fisk, sum fer til frystingar.
Úrslitið er, at skip sigla av landinum við fiskinum, sum tískil ikki kemur til virkingar í Føroyum.
Hetta trýstir eisini kongafiskamarknaðin, sum eitt nú Fiskavirking á Tvøroyri hevur í Týsklandi.


Suðuroyggin
og Sandoyggin

Tvey økir, sum eru hart rakt av verkfallinum, eru Suðuroyggin og Sandoyggin, tí ein stórur partur av framleiðsluni á ávikavist Fiskavirking á Tvøroyri og Sandoy Seafood byggir á fesk fløk.
Martin Hentze, góðskuleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at verkfallið rakar meint, men einki er at gera við tað.
Hann vísir á, at nógvur fiskur er á marknaðinum, og tí kemur verkfallið neyvan at ganga nakað serligt útyvir arbeiðstímarnar hjá fólkinum, men meira útyvir møguleikarnar hjá virkinum at stýra framleiðsluni, soleiðis at mest fæst burtur úr, bæði til virkið og skipini, sum landa til virkið.
- Nú djúpvatnstrolarin, Suðringur, skuldi koma inn at landa, var prísurin, vit kundu geva fyri kongafiskin, einar 3-4 krónur lægri, enn hann annars hevði verið, um verkfall ikki var. Kongafiskurin, vit keypa, verður vanliga flakaskorin og sendur ísaður av landinum, men hetta letur seg ikki gera, nú útflutningsmøguleikarnir eru so skerdir.
Martin vísir á, at eingin fiskur fæst norður um Suðuroyarfjørð til Norrønu, nú strandfaraskipini liggja.
- Komandi hóskvøld kemur Skipafelagið suður higar, og tá kunnu vit aftur senda fekst av landinum, um tað passar soleiðis við landing, sigur hann.


Suðringur
til Týsklands

Suðringur er nú á veg til Cuxhaven í Týsklandi við 3100-3200 kassum av kongafiski og upsa, og óvist er, hvar Phoenix fer við sínum fiski, nú teir eru um at verða lidnir við túrin.
Martin sigur, at Vesturtúgvan landaði 120.000 pund, meginparturin upsi, á Tvøroyri fríggjamorgunin. Teir skuldu ætlandi landa í Miðvági og so skuldi ein partur av veiðini flytast suður til Tvøroyrar.
- Men tað letur seg ikki gera, nú verkfall er, sigur hann.
Hann vísir á, at nú Vesturtúgvan landar á Tvøroyri so tætt uppundir
vikuskiftið, er ivasamt, um Fiskavirking á Tvøroyri yvirhøvur kann bjóða uppá lastina hjá Phoenix.
Tað er eisini ein spurningurin, sigur Martin, um djúpvatnstrolararnir, sum fiska kongafisk, yvirhøvur vilja selja fyri 3-4 krónur minni fyri kg., enn teir plaga at fáa, tá ið alt er sum vanligt.


Gongur útyvir
marknaðin

Góðskuleiðarin sigur, at nú fleiri djúpvatnstrolarar kunnu væntast at fara til Týsklands við kongafiski, er als ikki óhugsandi, at hetta eisini fer at ganga útyvir marknaðin á feskum fløkum, tí hetta er sami marknaður og somu viðskiftafólk, sum eitt nú Fiskavirking á Tvøroyri hevur í Týsklandi.
- Kongafiskamarknaðurin í Týsklandi er nú heldur ikki so stórur, at hann ikki letur seg ávirka, um fleiri føroysk skip fara av landinum við heilum kongafiski.
Martin Hentze sigur, at verkfallið sostatt bæði rakar vinnuna á landi, sum er skerd fyri flutning av fiski millum oyggjarnar og útflutningsmøguleikar.
- Men verkfallið rakar eisini skipini, ið vanliga landa fisk, sum fer av landinum
sum fesk fløk, sigur góðskuleiðarin at enda.