Verkfall
Tað verður eftir øllum at døma ongin limafundur í Havnar Arbeiðsmannafelag , soleiðis, sum summir limir hava kravt.
Mikudagin kravdu nakrir limir í Havnar Arbeismannfelag annars at fáa limafund at viðgera støðuna, nú felagið er í verkfallið.
Av av stigtakarunum, Jón í Dali, sigur, at teir hava varhugan av, at undirtøkan fyri verkfallinum er ikki so stór, sum menn vildu vera við og tí vildu teir hava limafund fyri at skatta dýpið.
? Vildi nevndin í havnar Arbeiðsmannafelag ikki kalla saman til fundar, fóru teir at savna inn undirskriftir fyri at fáa eykaaðalfund, gjørdu teir greitt mikudagin.
Men formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Joensen, ger í dag greitt, at nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag fer ikki at kalla saman til fundar.
Hann sigur, at vilja limir hava fund, skulu teir koma við teimum neyðugu undirskriftunum fyri at fáa eykaaðalfund, tvs 25 undirskriftum.
Men hann heldur ikki at tað er rætt, at limirnir ikki eru komnir til orðanna.
? Vit høvdu ein stóran fund fyri øllum limunum í arbeiðarafeløgunum í verkfalli í Ítróttarhøllini henda dagin. Har var undirtøkan fyri verkfallinum 100%. Tað var ikki ein einasta atfinnandi rødd at hoyra, heldur ikki frá teimum, sum nú vilja hava limafund, sigur Hans Joensen.
Hann sigur eftir at nevndin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at kalla saman til fundar, hevur hann skilt, at ætlanin at savna inn undirskriftir, dottin niðurfyri
Hann sigur, at so vítt hann veit, eru teir, sum hava kravt fundin, menn, sum forvinna væl meiri enn sáttmálalønina.
Men hann heldur, at tað er hugstoytt, at menn stinga nevndina í ryggin, tá ið stuðulin kring alt landið er 100%
?Men hetta er als ikki tekin um, at kinkur er komin í hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, tí samanhaldið er enn 100% og tað sær heldur ikki út til, at teir fáa tær neyðugu undirskriftirnar.
Beint fyri evstamark í gjár, hevði Jón í Dali als onga viðmerking til støðuna.
Vóru ivaleysa nógvir
Hann segði annars mikukvøldið, at arbeiðsmenninir aftanfyri kravið um limafund vóru ivaleysa nógvir í tali til at teir kundu krevja eykaaðalfund, vildi nevndin ikki kalla saman til fundar.
Hann segði, at einasta endamálið við hesum er, at teir vilja vita um limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag taka undir við verkfallinum og tí, sum nevndin hevur gjørt í hesum sambandi.
Sjálvur heldur hann ikki, at nevndin hevur ráðført seg nokk hjá limunum, tí teir eru ongantíð eftirspurdir, heldur ikki um Havnar Arbeiðsmannafelag yvirhøvur skuldi fara saman við hinum feløgunum til samráðingar.
Sjálvur hevði Jón í Dali varhugan av, at limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag taka ikki undir við verkfallinum, tí teir vísa á, at verkfallið eisini kostar teimum nógv í løn.
Men hann sigur, at tað eigur at verða staðfest á einum limafundi, um limirnir taka undir við nevndini, ella ikki.
Hann helt, at tað var ein spurningur, um ikki Havnar Arbeiðsmannafelag skuldi samráðst fyri seg sjálvt
Men hann legði eisini dent á, at hevði ein limafundir tikið undir við verkfallinum, skuldi hansara loyalitetur ikki liggja eftir.
? Men eru limirnir ímóti tí, taka teir heldur ikki undir við tí. Og so er støðan ein onnur og so eigur felagið at taka støðu eftir tí, leggur hann afturat.