Verkfall
Allan samlan hósdagin var tað endurtikið ferð eftir ferð ímeðan verkfallið er, verða bøndurnir noyddir at stoyta mjólkina á sjógv.
Orsøkin skuldi vera, at teir, sum koyrdu mjólk og tey, sum arbeiða mjólk á mjólkarvirkinum, vóru í verkfalli. Sostatt skuldi heldur ongin mjólk vera at fáa í handlunum kring landið.?
Hetta er ein stór misskiljing.
?Vit fara ikki at nokta børnunum mjólk, siga arbeiðarafeløgini púra samd.
Tey siga, at tey hava givið mjólkini undantaksloyvi so at mjólk verður at fáa sum vanligt.
Teir, sum koyra mjólk, hava fingið undantaksloyvi at heint mjólk hjá bøndrunum kring landið. Strandfaraskipini hava fingiå undantaksloyvi at føra mjólk og tey, sum arbeiða á mjólkarvirkinum, hava fingið undantaksloyvi at arbeiða mjólkina.
Sostatt verður mjólk at fáa kring alt landið ímeðan verkfall er, akkurát sum vanligt
Men arbeiðarafeløgini gera samstundis greitt, at verður undantaksloyvið misbrúkt, verður tað afturtikið alt fyri eitt.
? Undantaksloyvi umfatar bara mjólkarvørur. Verður tað misbrúkt til at flyta aðrar vørur kring landið í bilunum, sum koyra mjólk, verður flutningurin steðgaður alt fyri eitt, leggja arbeiðarafeløgini í verkfalli dent á.
Skipini sigla
Annars sleppa bæði Norrøna og Smyril at sigla ótarnað, men treytin er, at tey ikki flyta frakt. Gera tey tað, verða tey løgd við brestin.