Verkfall: - Vit fara allan vegin

- Vit eru til reiðar at fara allan vegin, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum í morgun.

Í morgin verður verkfallið hjá pedagogunum hert til tað maksimala. Men framvegis er einki samband millum partarnar. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum sigur í morgun, at partarnir als einki samskifti hava havt seinastu dagarnar.

- Tað má merkja, at tað er rímiliga langt millum partarnar. Satt at siga hoyra vit líka lítið frá mótpartinum, sum øll onnur, sigur Jógvan Philbrow.

Pedagogarnir fingu løn frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum í desember, hóast teir vóru koyrdir í verkbann tíðliga í desember. Men til spurningin um, hvussu leingi Pedagogfelagið hevur ráð til at vera í verkfallið er formaðurin kúrrur.

- Okkara limir vænta, at okkurt munagott kemur burturúr verkfallinum. Vit eru til reiðar at rinda prísin fyri, at tað skal henda nú, sigur Jógvan Philbrow.