Verkfall: Tað er sum í grøvini

Verkfallið herðist so líðandi, men enn er einki samband ímillum partarnar

Tað er framvegis einki samband ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar nú verkfall hevur verið í heilsuverkinum í 10 dagar.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at hon hevur einki hoyrt frá mótpartinum, og semingsmennini hava gjørt greitt, at teir gera ikki meir fyrr enn annar parturin, ella báðir partar, heita á hann um at gera frá – og samstundis boða frá, at teir hava flutt seg so mikið at tað er grundarlag fyri at taka samráðingarnar upp aftur.

Samstundis verður verkfallið hert so líðandi og seinnapartin í morgin fara sjúkrarøktarfrøðingar á tveimum deildum á Landssjúkrahúsinum afturat í verkfall, og tað fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eisini.

Óluva í Gong sigur, at tey hava ikki fingið nakrar umbønir um undantak frá verkfallinum aftur, men hon væntar, at tað fer at koma og so verða tær viðgjørdar.

Í gjár segði Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, at tey høvdu at kalla fingið tey undantøk, tey høvdu biðið um og tí var støðan ikki óforsvarlig.

Óluva í Gong vil ikki vera við, at øll undantøk eru givin, men nógv undantøk eru ásannar hon - og hon fegnast um, at støðan ikki er óforsvarlig fyri sjúklingarnar.

Hon sigur, at tá ið umsóknir um undantøk verða viðgjørdar, hava tey tað í huganum, at teir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum ikki eru í verkfalli, fáa tað alsamt strævnari, tí teir skulu partvís eisini arbeiða fyri tær, sum eru í verkfalli.

– Tað er mark fyri, hvussu leingi tað kann halda fram, sigur Óluva í Gong.

Men hon sigur, at tey hugsa eisini um, at hendir tað, at leiðslan í heilsuverkinum boðar politiska myndugleikanum frá, at støðan er óforsvarlig, gevur tað Løgtinginum eina umbering fyri at leggja upp í og gera enda á verkfallinum við lóg, og tað vilja tey ikki.

Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at tað eru bara sjúkrarøktarfrøðingarnir í heilsuverkinum, og á stovnum undir almannaverkinum, sum kunnu verða rakt av verkfallinum.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir í heimarøktini fara ikki í verkfall, tí har er eingin sáttmálatræta. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur bundið seg til at fylgja sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið, og tað verður ikki eitt stríð við Kommunala. Arbeiðsgevarafelagið fyrr enn at sýtir fyri at fylgja sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.