Verkfall steðgar týsku flogferðsluni

Tað stóra týska flogfelagið Lufthansa kunngjørdi í morgun, at tveir triðingar av fráferðunum í morgin eru avlýstar, tí starvsfólkini, sum eru í verkfalli, fara at víðka tiltakið í morgin. Frammanundan hevur Lufthansa avlýst fleiri fráferðir í dag, og soleiðis var eisini í gjár.

Tað eru tænastufólkini í flogførunum, sum eru farin í verkfall. Tað byrjaði við tveimum lokalum verkføllum í Frankfurt í síðstu viku, men fyrradagin bleiv verkfallið víðkað til eisini at umfata flogvøllirnar í Berlin og München, og í morgin er verkfall lýst um alt landið.

Tey 19.000 starvsfólkini vilja hava fimm prosent meiri í løn. Leiðslan hevur sagt, at hon er sinnað at lata teimum 3,5 prosent, men so skulu tey arbeiða meiri afturfyri.