?Skal eg geva landsstýrinum eitt ummæli??
? Tað kann eg gera stutt og greitt:
? Tað er dumpað!!
Mánadagin er altjóða arbeiðaradagur, 1. mai. Samstundis eru tað tvey ár síðani, at hendan samgongan tók við.
Og hetta høvi brúktu vit til at biðja Ingeborg Vinther, formann í Føroya Arbeiðarafelag, geva samgonguni eitt ummæli av tí arbeiði, hon hevur gjørt, nú valskeiðið er hálvrunnið.
Men fremsta umboðið fyri føroyska verkafólkið ivast ikki tá ið hon dumpar samgonguna.
? Síðani hendan samgongan tók við, hevur tað bara verið ófriður á arbeiðsmarknaðinum. Og tað er ófriður enn, sigur Ingeborg Vinther.
? Og eftir, hvat skilst á fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, vóru samráðingarnar við fíggjarmálastýrið eisini serstakliga truplar seinast.
Hon sigur, at støðan er nógv verri nú, enn hon var fyrr, og tað er langt síðani at tað hevur verið slíkur ruðuleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum, ella í føroyska samfelagnum yvirhøvur, sum tað er nú.
? Tað er meiri og meiri sum bendir á, at samgongan hevur tveitt alt annað til viks til frama fyri arbeiðið fyri fullveldinum.
Ingeborg Vinther sigur, at tað er púra onki, sum eitur sosial-ella arbeiðsmarknaðarpolitikkur longur, tí øll orkan hjá teimum, sum arbeiða í fyristingini, verður brúkt til at arbeiða við fullveldisætlanini, og alt annað er tveitt til síðis og virkar bara akkurát sum best ber til.
? Alt sum eitur arbeiðsmarknaðarpolitikkur og sosialpolitikkur er offrað fyri fullveldið
Alt uppslitið
Ingeborg Vinther sigur, at hóast landskassin er á tremur av pengum, eru næstan øll øki í landinum so niðurpínd og uppslitin, at tað er nógv, sum yvirhøvur ikki virkar.
?Skuldi alt tað, sum er uppslitið, og ikki virkar, verið fingið á føtur aftur, er tað ikki meiri enn tær 750 milliónirnar í avlopi hjá landskassanum, høvdu munað.
Hon nevnir eitt nú Landssjúkrahúsið og suðuroyarsiglingina.
Smyril siglur við undantaksloyvi og nú skal hann á beding um fjúrtan dagar, uttan at vit enn hava minsta ánilsi av, hvat skip skal sigla fyri hann ímeðan.
IngeborgVinther sigur, at vit hava vitað í fleiri ár, at Smyril skuldi á beding nú. So at samgongan ikki hevur borið so í bandi, at eitt hóskandi avloysari var funnin, sigur nógv um, hvussu stórt óskilið er í samgonguni.
? Landsjúkrahúsið er eitt annað dømi. Tað stendur at rapa og tey hava so vánaligar umstøður, at tey fáa ikki arbeitt.
Fingið fríar ræsur
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at støðan, sum hon er nú, er ein avleiðing av, at høgrakreftirnar í føroyskum politikki hava fingið fullkomiliga fríar ræsur at hóreiggja sær sum tær vilja.
?Eg havi sjálv hoyrt tingmenn úr fólkaflokkinum siga, at teir hava ongantíð verið í nakrari samgongu, har teir hava fingið so nógv av sínum málum framd, sum teir hava fingið í hesari samgonguni.
Og at stuðla politikki, sum fólkaflokkurin stendur fyri, tað fari eg aldrin, leggur hon afturat.
Ein kleppur um beinið
Hon sigur, at einasti batar, sum verkafólkið hevur fingið hesi bæði árini undir hesari samgonguni, eru teir batar, sum tey sjálvi hava stríðst seg til.
?Vit hava enntá hoyrt tjóðveldismenn bítast og klórast um karendsdagarnar og um, at arbeiðsgevarin skal betala karendsdagarnar, hóast teir vita, at at teir hava boðað frá, at verður tað so, skal tað takast av tímalønini.
Men Ingeborg Vinther heldur, at málið um eftirlønina, sum er eitt sera týðandi mál fyri verkafjøldina, er ein uppaftur størri sorgarsøga, enn søgan um karendsdagarnar.
?Stundum hoyra vit Helenu Dam á Neystabø boða frá av tingsins røðarapalli, at talan skal vera um eina skyldbundna skipan, at øll skulu betala 10% av lønini í ein eftirlønargrunn.
? Og stundum hoyra vit Óla Breckmann á boða frá á sama røðarapalli, at talan skal vera um eina sjálvbodna skipan, har tey, sum vilja, kunnu betala ein part av lønini í ein eftirlønargrunn.
Ingeborg Vinther vísir á, at Føroya Arbeiðarafelag arbeiddi sjálvt við eini eftirlønarskipan fyri limirnar.
?Men støðan hjá Landsstýrinum er so ógreið, at ongin hevur ánilsi av, hvat tað endar við. Og so leingi eingin veit, hvat tað endar við, hava bæði sakførari og grannskoðari lagt okkum eina við at bíða við okkara máli, so at vit ikki koma okkum í óføri.
Ingeborg Vinther sigur, at soleiðis er samgongan ein beinleiðis forðing fyri, at Føroya Arbeiðarafelag kann arbeiða fyri at vinna limum sínum hart tiltrongdar batar.
? Men samstundis hava teir sanniliga hugsað um seg sjálvar, tí teir hava fingið sær bæði stórar lønarhækkingar og hægri eftirløn. Tá er fráboðanin um, at halda aftur í almennum útreiðslum, ikki galdandi. So um eitt fullveldið fer at kosta teimum 15-20% minni í løn, fara teir ikki at leggja merki til. Men tað fer vanligi løntakarin, sigur Ingeborg Vinther.