Verkætlan so væl eydnað at hann segði arbeið sítt upp

Fyri kortum almannakunngjørdi Pól Sundskarð verkætlan, sum hann hevði arbeitt miðvíst við í eina tíð: heimasíðuna hiking.fo, sum hevur  til endamáls at leiðbeina fólk í náttúruni. Undirtøkan av heimasíðuni hevur verið so mikið góð, at Pól Sundskarð hevur sagt starv sítt upp, og arbeiðir nú fulla tíð við ferðavinnu.

 

 

-Eg trúgvi uppá tað, og eg vóni at eg kann liva av tí. Um eg helt á fram við at arbeiðinum, sum eg hevði áðrenn, so trýsti eg á bremsuna við hesi verkætlanini, og eg vil fegin trýsta á speedarin, sigur Pól Sundskarð.

 

At dreymurin gjørdist veruleikin kennist merkiligt, greiðir Pól Sundskarð frá.

 

-Tað følist øðiliga merkiligt. Eg gangi næstan við ringari samvitsku, flennir hann.

 

Hann leggur afturat, at tað til tíðir eru langir og strangir dagar, men hóast tað, so ger hann nú tað, sum hann tímur allar best, og eisini ber til at flætta ekstremu renni- og fjallatúrarnar hann fyrr gjørdi í frítíð síni inn í nýggja arbeiði.

 

-Eg havi sett mær fyri at ganga minst tveir túrar um vikuna, soleiðis at eg støðugt kann uppdatera síðuna, sum virkar meir sum ein kunningarsíða enn ein sølusíða, soleiðis at ferðafólk kunnu kunna seg um bygdargøtur og fjallagøtur runt landið, sigur hann.

 

 

Síðani heimasíðan var liðug, hevur undirtøkan verið ómetaliga góð, og Pól Sundskarð greiðir frá, at hann hevur havt um 200 til 300 vitjandi á síðuni um dagin, og eini 100.000 fólk hava verið á síðuni tilsamans.

 

 

-Eg hevði ikki roknað við at verða tikin so ógvusliga av bóli við heimasíðuni. Á ein hátt hevur hon givið mær høvuðsbrýggj, tí eg havi fingið nógvar fyrispurningar um prísir, av tí eg ikki havi verið nóg konkretur á síðuni. Eg havi tilvitað valt, at svara øllum fyrispurningum, sum eg fái, og 80 prosent av teimum eru frá útlendingunum, sum serliga spyrja um prísir. Eg havi valt, at síðan ikki skal verða sølumindað, men ístaðin vil eg veita vegleiðing um tryggar og góðar túrar, sigur Pól Sundskarð.