Verjuspælið riggar betur

Johan Nielsen, venjari hjá NSÍ, er serliga fegin um, at verjuparturin nú riggar, sum hann skal. Vit spurdu hann, hvat orsøkin er til góðu gongdina í løtuni.

- Spælið er farið at glíða frægari, og verjuparturin riggar betur. Hetta var triði dysturin, har vit hildu málið reint, segði Johan, sum í fjør førdi NSÍ til meistaraheitið í sínum fyrsta ári sum NSÍ-venjari.

Vilt tú so siga, at verjuparturin spældi illa í byrjanini av kappingini?

- Ja, vit lótu øgiliga nógv mál inn, staðfestir Johan.

NSÍ er nú við aftur í oddastríðnum, men NSÍ-venjarin vil ikki seta sær nakað stórt mál.

- Vit skulu bara halda fast um góðu gongdina. Longur kunnu vit ikki hugsa, vit taka ein dyst á gangin. Hugsar tú longur enn tað, so kemur klutur í, segði Johan Nielsen at enda.